Tórur dystast um norðurlendska meistarheitið

Alda flaggberi
28.07.2016
Tórur broncu í NM
14.08.2016

Tórur dystast um norðurlendska meistarheitið

Komandi vikuskiftið (13.-14. august) skal 17 ára gamli Tórur Mortensen royna síni evnir sum trýstøkkari í kapping um norðurlendska U20 meistaraheitið. Kappingin verður á Kaplakriku, sum er frælsa-stadion í Hafnafirði í Íslandi.

Kappingin um norðurlendska meistaraheitið er skipa sum bæði einstaklinga kapping í hvørji grein og so liðkapping. Her er Tórur partur av dansk/íslendska liðnum, ið dystast móti hinum norðanlondunum. Tórur luttók í somu kapping í 2015, har hann, 16 ára gamal, var úttikin sum besti dani við einum persónligum metið uppá 13,59 m. Tað var flott at Tórur, ið sum 13 ára gamal ikki megnaði at gerast partur av talentbólkinum hjá FíF, hevði yvirhálað bæði javnaldrandi og eitt til tvey ár eldri landsmenn og danir. Í fjør var hann tó nakað aftanfyri teir bestu í hinum norðanlondunum, og tí styrkismettur aftastur.

tórur

Síðsta árið hevur hann lagt meir enn ein metur omaná sítt persónliga met og harvið tikið føroyska metið, sum nú er 14,94 m. Við hesum úrslitinum er hann vantandi styrkismettur sum nummar trý í ársins kapping. Aftanfyri tveir finnar, men frammanfyri teir sterkastu í Íslandi, Danmark, Noregi og Svøriki.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *