Tórur á venjingarlegu í Turkalandi

Fyrsta vikan av tveimum er farin afturum her á Gloria Sports Arena í Turkalandi, har Tórur venur um Páskirnar. Ein stórur partur av bestu donsku leyparum og sprintarunum eru við á túrinum, og umstøðurnar eru nærum perfektar.

Gloria Sports Arena, hevur altjóða mát, við átta rennigeilum, og annars tí, sum hoyrur til eitt frælsa-stadion. Harumframt er kastibanin beint aftanfyri sjálvar rennigeilarnar, og har eru fleiri kastiringar og spjót-breytir, undir taki, meðan reiðskapurin verður kastaður út á gras. Eisini hava tey undan og mótbrekku rennigeilar, umframt møguleika fyri at venja á tveimum 110 m longum geilum innnandura, har lopgrøv er í øðrum endanum. Innandura eru hølir til styrkivenjing og aðra kropsliga venjing. Harumframt er møguligt at venja aðrar ítróttir, sosum svimjing, hockey osf. Tað, sum kanska er enn meir sermerkt, er tænastan. Nevnir man at okkurt manglar til venjing, so verður tað fingið til vega beinan vegin.

Tórur hevur stríðst við skaðar í vetur, og tí var tað spennandi at byrja venjingarleguna, men skaðarnir hava hildið sær í skinninum, soleiðis at Tórur hevur fingið vant nærum alt á skránni. Enn manglar tó at belasta kroppin 100%, men sum tað gongur í løtuni, so verður tað ikki leingi áðrenn hann kann venja við fullum intensiteti aftur.

Vant verður eina ella tvær ferðir um dagin í 1½-2½ tíma hvørja ferð. Hesar venjingar skifta millum lop, sprint og styrkivenjing. Tórur venur saman við donskum leyparum, og er tað danski landsliðsvenjarin í lop, Lars Nielsen, sum stendur fyri lopvenjingini her niðri. Hann hevur bara positivt at siga um hvussu Tórur er fyri, og í tí tekniska eru tað bara smájusteringar, sum hann fyrislær. Alt í alt er boðskapurin at tann venjingin, sum Tórur hevur verði ígjøgnum, er á góðari leið.

Nú verður so farið undir aðru viku her niðri, og har er so ætlanin at pressa intensitetin eitt lítið vet longur upp, fyri at vita hvussu kroppurin reagerar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *