Tórur 15 hundraðpartar frá finaluni

Tórur rann seg trygt í hálvfinaluna á Gibraltar
07.07.2019
Lýdia; bronsumerkið og føroyskt met í kúlustoyt
10.07.2019

Tórur 15 hundraðpartar frá finaluni

Tórur Mortensen, sum trygt rann seg í hálvfinaluna á 200 m, royndi fyrr í dag at koma seg í hálvfinaluna. Kravið var at hann gjørdist ein av teimum 3 fremstu í sínari hálvfinalu, ella at hann var ein av teimum tveimum skjótastu, sum ikki vóru millum teir tríggjar fremstu.

Tórur var ikki tann skjótasti úr blokkinum, men hann kom væl upp í ferð í svinginum, soleiðis at hann var klárur at heinta teir fremstu, tá hann kom úr svinginum. Tíðanverri spenti hann upp á langsíðuni, og so blivu rørslurnar meir stirvnar, og inneffektivar. Hann kempaði tó væl, og kom á mál sum nummar fimm í sínum riðli við tíðini 23,04 sek (w: -5,1 m/s). So var bara at bíða eftir úrslitinum av hinari hálvfinaluni. Her vísti tað seg, at fjórði maður var 0,15 sek skjótari enn Tórur, og tí kom Tórur ikki í finaluna hesaferð.

 

Viðmerkjast kann at 23,00 sek, runnið í stilli, stóð sum føroyskt met í 16 ár, so tað er gott at síggja at Tórur, sum eigur føroyska metið við 22,43 sek, megnar at renna nærum somu tíð í nógvum mótvindi, hóast hann ikki rann optimalt.

Næsta uppgávan hjá Tórur verður 100 m, sum byrjar mikumorgunin.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *