Tórshavn ein av heimsins bestu býum til o-renning.

Hvirlur njótaðu góðveðrið í Sandágerði
04.07.2013
Brekka og vindur i Nólsoynni
07.07.2013

Tórshavn ein av heimsins bestu býum til o-renning.

Orienteeringarenning, ella vita-renning, ið tað kundi kallast á føroyskum, er nýggj kappingargrein her heima. Tí eru tað ikki nógvir føroyskir rennarar enn tá startað verður. FAR-O er tó ein stór succes, tí fleiri enn 100 útlendingar hava lagt leiðina hendan vegin fyri at royna seg í næstu vita-renni kapping í Føroyum. Størstu bólkarnir, ið eru komnir eu: PWT, WWOP og HANA. Alt í alt hava rennarar úr ellivu londum boða frá luttøku, iroknað fjarskotin lond sum Australia og USA.

FAR-O er kapping yvir tríggjar dagar, har fyrsti dagurin er sprint. Henda kapping fór fram í miðbýnum í Tórshavn. Registrering var á Hvonn. Byrja var við standmyndina av Nólsoyarpáll. Starturin var ein sokallaður opin startur. Opin startur merkir at raðfylgjan av startandi ikki er fastløgd. Tó skuldi tað verða ein minuttur millum hvønn startin á hvørjari rutu. Tey fyrstu fóru avstað kl 18.00 og so fóru rennarar avstað hvønn minutt. Eftir tey fyrstu 87 vóru farin var steðgur í. Hetta komst av at ferðalag lendi í vágunum kl 17 og tí ikki náddi at verða á startinum kl. 18. Tey komu tó í øllum góðum, og eftir at hava skift á Hvonn, fóru tey til startin. Síðsti rennari var tann 104 í fór avstað. Tá tey komu á mal gekk práti dúgliga um hvørja rutu hvør hevði valt millum ymsu postarnar.

Kappingin eydnaðist væl, og vóru tað nøgdir luttakarar, ið komu á mál. Ein av luttakarnum livir av at gera banar runt um í verðini. Hann hevði á orði at Havnin var uttan iva besta stað hann hevði runnið býðar-sprint í langa tíð. Orsøkin var fjølbroytni við krókutu gøtunum úti á Reyni, miðbýnum, við meir “vanligum” vegum og viðarlundin. Hetta er í mun til breiðu beinu vegirnar í flestu býðum kring um í heiminum.

Dagurin endaði við felagsdøgurða úti í køkinum á læraraskúlanum. Har góður matur og gott føroyskur dansur við Tøkum Lætt gjørdi at nógv hildu á inntil tað stongdi.

Millumtíðir síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *