Nógv ymisk venjingartilboð í Hvirluni
17.11.2012
Kerjar 2012 – skrá
23.11.2012

Tiltøk 2012-13

Hvirlan skipar fyri nógvum sera ymiskum tiltøkum. Hesi spenna frá frælsafagnaði til úrvælskapping. Stóru opnu tiltøkini kappingarárið 2012-13 eru:

  • Kerjar 24. november: Rørslutiltak, har gingið/runnið verður á rossagøtunum og inn í havnardal. Byrja og enda verður Í Kerjum við Hotel Føroyar
  • Kirkjurenning: 24. desember: Rørslutiltak, har runnið verður til kirkjur í Suðustreymi. Byrja og enda verður á Tórsbreyt.
  • Stuttleikir: Tórsbreyt 2. juni: Frælsafagnaður fyri tey yngstu. Møguleiki er at royna seg í 60 m renning, longdarlopi og bóltkasti. Øll fáa heiðursbræv við egnum úrslitum. Tey sum gjøgnumføra allar greinar fáa heiðursmerkið.
  • FAR-O: 12.-14. juli: Orienteringarrenning, ið er partur av North Atlantic Orienteering Championship. Kappast verður í Tórshavn og Nólsoy.
  • Jatnatøk: Tórsbreyt 25. juli: Elitukapping í frælsum á breyt við luttøku av íðkarum úr útlandinum.
  • Fartelefonkast: 28. juli: Kapping í at kasta fartelefonir. Kapping er fyri lið og einstaklingar.
  • Virkisleikir: Tórsbreyt 7. september: Virkiskapping, har hvørt lið skal kappast í greinunum 100 m, mílin (1609 m),  longdarlop og spjótkast. Vinnarin er tað lið, sum tilsamans fær flest stig eftir altjóða stigatalvu.

Umframt nevndu tiltøk verður skipa fyri opnum kappingum í útvaldum greinum. Kunna verður nærri um einstøku tiltøkini á www.hvirlan.fo tá meir er at frætta.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *