Virkisleikir

Leygardagin 6. september skipar Hvirlan fyri firmakappingini Virkisleikir. Hetta er eitt gylt høvi hjá einumhvørjum virkið at seta saman eitt ella fleiri lið og so annars fara fjølment á Tórsbreyt at royna seg ella stuðla sínum arbeiðsfeløgum í teirra royndum at vinna virkinum heiðurin sum ársins frælsa-virkið.

Virkisleikir verða skipaðir sum fjølkampur við 4 luttakarum á hvørjum liðið. Teir fýra luttakarnir skulu royna seg í ávikavist 100 m renning, renna mílina (1609 m), longdarlop og spjótkast. Stig verða givin eftir stigatalvu hjá altjóða sersambandinum fyri frælsar ítróttir uppdatera í 2011, og eru hesir justeraðir soleiðis at menn og kvinnur eiga at kunna kappast á jøvnum føti. Tí eru ongi krøv til hvussu nógv av hvørjum kynið skulu verða á hvørjum liði.

Kappingarnar um 100 m, longdarlop og spjotkast fara fram samtundis, og verður miða eftir at hava hesar lidnar og stigini tald saman áðrenn farið verður undir seinastu grein sum verður mílin. í hesi kapping verða so tey sum liggja best fyri koyrd í sama riðil.

Um greinarnar kann í stuttum sigast:

  • 100 m: Teinurin er ein langsíða á Tórsbreyt. Byrja verður í startblokki. Seks renna á gangin.
  • Mílin (1609 m): byrja verður 9 m frá start-strikuni, og síðan verða 4 heilir umgangir runnir. Talið av fólkið sum rennur samstundis verður avgjørt uppá basis av hvussu nógv lið eru við.
  • Longdarlop: Hvør luttakari fær 3 lop, har longsta lop telur. Mált verður frá hvítum planka og til aftasta merkið í sandinum sum luttakarin hevur gjørt í lendingini.
  • Spjótkast: hvør luttakari fær 3 kast, har longsta kast telur. Menn kasta 800 g spjót. Kvinnur kasta 600 g spjót. Mált verður har fremti endi á spjótinum nertir jørðina.

Nøkur dømi um hvussu nógv stig eru at heinta síggjast í talvunum niðanfyri.

100 m   Kvinnur  Menn
100 stig   19,88 sek   14,98 sek
200 stig   18,39 sek   14,15 sek
300 stig   17,24 sek   13,50 sek
400 stig   16,27 sek   12,97 sek
500 stig   15,42 sek   12,49 sek
600 stig   14,64 sek   12,06 sek
700 stig   13,94 sek   11,68 sek

 

Mílin (1609 m) Kvinnur Menn
100 stig   8 min 07,35 sek   6 min 01,62 sek
200 stig   7 min 28,97 sek   5 min 39,51 sek
300 stig   6 min 59,52 sek   5 min 22,54 sek
400 stig   6 min 34,70 sek   5 min 08,24 sek
500 stig   6 min 12,83 sek   4 min 55,64 sek
600 stig   5 min 53,05 sek   4 min 44,25 sek
700 stig   5 min 34,87 sek   4 min 33,78 sek

 

Longdarlop   Kvinnur   Menn
100 stig   1,71 m   2,92 m
200 stig   2,21 m   3,44 m
300 stig   2,71 m   3,95 m
400 stig   3,20 m   4,46 m
500 stig   3,69 m   4,96 m
600 stig   4,17 m   5,46 m
700 stig   4,65 m   5,95 m

 

Spjótkast   Kvinnur (600 g)   Menn (800 g)
100 stig     8,83 m     6,71 m
200 stig   12,34 m   16,09 m
300 stig   17,94 m   23,36 m
400 stig   23,54 m   30,62 m
500 stig   29,12 m   37,86 m
600 stig   34,69 m   45,08 m
700 stig   40,24 m   52,29 m

Nummar 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkið. Vinnandi liðið fær flotta ferðasteypi í varveitslu komandi árið.

Fyrispurningar um Virkisleikir kunna sendast til hvirlan(at)hvirlan.fo