Stuttleikir

Ikki færri enn 90 børn 10 ár og yngri royndu seg fyrstu ferð Hvirlan skipaði fyri Stuttleikum á Tórsbreyt, og 179 børn aðru ferð. Í 2010 vóru tað 66 børn sum royndu seg. í 2011 verða Stuttleikir á Tórsbreyt tann 5. juni kl. 14.00 – 16.00.

Endamálið við tiltakinum er at geva børnum møguleika at kunna seg um fjølbroytni innan frælsu ítróttirnar, samstundis sum at tey hava ein stuttligan dag á Tórsbreyt. Fyri at tryggja at tann einstaki sleppur at hugsa um at gera sítt besta og ikki bara verða betri enn vinurin, verða úrslit ikki registrerað, og tí verður heldur eingin ranglisti gjørdur eftir kappingina. Í staðin fáa øll tey, sum melda til, eitt skreytblað, sum barnið skal hava við til start í hvørjari grein. Tá barnið so hevur gjøgnumført greinina, verður úrslitið skrásett á skreytblaðið. Barnið kann fáa trý úrslit í hvørjari grein skrásett á skreytblaðnum. Tá allar greinar eru gjøgnumførdar, tvs barnið hevur fingið minst eina skráseting í hvørjari grein fær tað eitt heiðursmerki fyri avrikið. Um børnini hava hug, kunna tey royna ymsu greinarnar so ofta tey vilja, tó verða bara tær tríggjar fyrstu royndirnar skrásettar á skreytblaðnum.

Greinarnar eru:

  • 60 m renning
  • Longdarlop
  • Bóltkast

Tilmelding byrjar kl. 13.30 og heldur áfram inntil kl. 15.30. Kl. 16.00 endar tiltakið.

Stuðla tiltakinum hava:           

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *