Kerjar

Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin 21. november kl. 13.00. Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.

Byrjað verður við upphiting í Kerjum og síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km 5,5 km 10,5 km. Tey, ið luttaka í vetrarkappingini hjá FÍF renna ávikavist 10,5 km (Vaksin) og 1,5 km (Børn árg. 2000 og seinni)

Kort yvir ruturnar (trýst á kortið fyri størri útgávu):

rutur-yvirlit-2015

 

Um tú ætlar tær at kappast í renning gjøgnum veturin, skalt tú velja Vetrarkappingina. Tað eru 8 rennikappingar í alt, sí frágreiðing um Vetrarkappingina á www.fif.fo. Tá komið er á mál, bjóðar Hotel Føroyar heitt kakao og bollar, meðan lutakast verður um hesar vinningar:

  1. Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum. Virði á 2.190,-
  2. Huawei P8 LITE fartelefon frá Føroya Tele. Virði á 1.995,-
  3. Gávurkort frá Barbaru. Virði 1000,-
  4. Gávukort frá NO 12. Virði á 500,-
  5. Gávupakki frá Nels L. Arge á Kongarbrúnni
  6. Tjógv
  7. Gás

Drigið verður um vinningarnar aftan á renningina, og vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur. Kostnaður fyri luttøku er hesin: Vaksin 100 kr., børn (árg 2000 ella seinni) 50 kr.

Faldari við meir kunning um tiltakið sæst her.

Filmur um hvussu leikur fór í 2012 sæst her.

Stuðla tiltakinum hava Hotel Føroyar, Kemilux,

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *