Tilmelding til Vetrarfrælsar mánadagin 10. sept.

Øssur tvífaldur danmarksmeistari
07.09.2012
Oilwind ársins frælsavirkið!
08.09.2012

Tilmelding til Vetrarfrælsar mánadagin 10. sept.

Fyrst av øllum vil felagið takka tykkum fyri í summar. Vetrarfrælsar byrja aftur mikudagin 3. oktobur. Tilmelding verður í ÍSF húsinum mánadagin 10. september kl. 18.00-20.00. Avmarkað pláss á øllum liðum.

Liðini eita:

  • eldri hvirluvindar (1999-2002),  mikudagar kl. 18.00-19.00 (evt til 19.30)
  • yngri hvirluvindar (2003-2005), mikudagar kl. 17.00-17.55
  • pinkufrælsar (2006-2007), sunnudagar kl. 14.00-14.45

Avmarkað pláss og tilmelding og gjald í reiðum peningi

Pláss er fyri 16 børnum á yngra hvirluvindaliðnum, tí Randi er einsamøll, og eins og í summar er neyðugt av trygdarávum, at ein vaksin/foreldur er í tímanum, skuldi okkurt hent, ið krevur uppmerksemi frá einum vaksnum burturav.

Pláss er fyri 25 børnum á eldra liðnum, og tað er avgjørt ikki pláss fyri fleiri í lítlari fimleikahøll (og vit fáa ikki størri høli).

Pinkufrælsar verða í skúlanum á Løgmannabreyt sunnudagar kl. 14.00-14.45. Heri, Eyðdis og Joan standa fyri venjingin. Kostnaðurin er 300,00 DKK fyri veturin, umframt limagjald, ið er 200,- fyri árið. Øll børn í rætta aldri eru vælkomin við einum vaksnum ábyrgdarpersóni.

Tilmelding er mánadagin 10. sept. kl. 18.00-20.00 í ÍSF-húsinum. Tey, sum ganga til frælsar mánadagar 18.15-19.15, kunnu eisini tekna seg til vetrarvenjingina hetta kvøld. Árliga limagjaldið á 200,00 DKK verður goldið fyri árið 2012-2013, og venjingargjaldið fyri vetrarfrælsar er ávikavist 500,00 DKK og 800,00 DKK treytað av, um vant verður eina ella fleiri ferðir um vikuna.

 

Við hvirlukvøðu

Heri, Tummas N, Trygvi, Helgi, Randi, Eyðdis, Joan og Louisa

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *