Tilmelding til venjing í vetur er byrjað

FMU dagur 3 – Hvirlur duga!
11.09.2018
Rigmor undir oyggjaleikakravið í Keypmannahavn
16.09.2018

Tilmelding til venjing í vetur er byrjað

So fara vit undir vetrarskránna hjá Hvirluni

Tilmelding er við at fylgja leinkjuni: https://goo.gl/7QRkvU

 

Árgang 2005 til 2008

Liðið venur týsdag kl. 17 til 18 í Skúlunum á Løgmannabreyt. Fyrstu fer 2. oktober.

Venjingin er skipað sum spæl og uppgávur. Endamálið er at geva børnunum kropsligar avbjóðingar sum hóska til aldurin og harumframt grundleggjandi servenjingar til ymsu frælsu greinarnar, lop, kast og sprint. Dentur verður lagdur á at hava tveir venjarar hvørja fer og tað er pláss til umleið 25 børn.

 

Árgang 2008 til 2011
Liðið venur sunnudag kl. 14.30 í Sankta Frans skúla. Fyrstu fer 21. oktober.

Venjingin er skipað sum spæl, og hevur til endamál at geva børnunum kropsligar grundvenjingar. Liðið er vælumtókt og havandi í huga lítlu høllina vit eru í og aldursbólkin, so er avmarkað pláss.

 

Árgang 2012 til 2018

Tað eru mammur í felagnum sum hava tikið seg saman at skipa venjing til pinkubørn. Vant verður í Sankta Frans skúla sunnudag kl. 15.30, fyrstu fer 21. Oktober. Til hesa venjing eru foreldur og børn saman um at klára ymsar kropsligar avbjóðingar sum verða settar upp. Eitt nú at klatra, leypa og bólta rút. Alt fyrigongur í einum umhvørvi har tað fyrst og fremst snýr seg um samveru við børnunum og spæl. Tilmelding við at skriva boð á www.facebook.com/hvirlan ella møt upp.

 

Kast, sprint og lop

Hetta er lið fyri ung og vaksin, vant verður hvønn dag í viku, men tey íðkandi gera sjálvi av, hvørjar dagar tey ynskja at venja. Til ber at venja frá einaferð um vikuna til fimm ferðir um vikuna. Á hesum liðið verður vant servenjing í ymsu greinunum í frælsum, men framvegis er grundvenjing tað berandi. Støði verður tikið í tí einstaka, so tað er ógvuliga rúmsátt á liðnum. Vant verður í høvuðsheitum á Tórsbreyt. Eru spurningar til hetta liðið ber til at skriva boð á www.facebook.com/hvirlan

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *