Tilmelding til summarfrælsar

Sprint venjing á høgum støði
11.03.2013
Ferðafrásøgn úr Hvalba – 20 hvirluvindar og 11 vaksin á legu
21.03.2013

Tilmelding til summarfrælsar

Mikudagin 20. mars, sum er síðsta hvirluvindavenjing inni, ber til at melda seg til summarfrælsar. Tilmeldingin er í gongini í fimleikahøllini í Nonnuskúlanum kl. 18.00-20.00. Tey, ið hava gingið í vetur gjalda 500,00 DKK fyri summarfrælsar, og nýggir limir gjalda 750,00 DKK (tað er 500,00 DKK í venjingargjaldi og 250,00 DKK í limagjaldi, sum er galdandi fyri vetur/summar 2012/2013).

Summarfrælsar byrja aftur 17. apríl til 3. juli og frá 7. august til 4. septembur. Klokkutíðin er hin sama, men vit verða á frælsavøllunum Tórsbreyt.

Pláss er fyri 15 á yngra hvirluvindaliðnum (fødd 2003–2005) og 25 á eldra liðnum (fødd 1998-2002), og tann, ið ikki liggur sjóvarfallið av sær, tryggjar sær pláss.

Vinaliga

Heri, Louisa og Randi

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *