Tilmelding til FMU!

So skjeyt hann fyri hvirluvindunum!!! :-)
06.08.2012
Virkisleikir: 8. september á Tórsbreyt
22.08.2012

Tilmelding til FMU!

Føroyska meistaraheitið fyri ung verður 25. og 26. august á Tórsbreyt. Myndin omanfyri er tikin eftir seinna dagin í 2011.

Aftur í ár er tað einans eitt úrvæl av greinum við.  Ársins greinar eru:

Gentur og dreingir 8-9 ár (2003-04): 60m, 400m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 10-11 ár (2001-02): 60m, 300m, 600m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 12-13 ár (1999-00): 80m, 300m, 600m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 14-15 ár (1997-98): 100m, 300m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og klingrukast
Gentur og dreingir 16-17 ár (1995-96): 100m, 400m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 18-19 ár (1993-94): 100m, 400m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast

Hvirlan vónar at nógvir limir avgerða at royna seg í hesi kapping! Luttøku fyri limirnar verður goldið av felagnum.

Tilmelding er umvegis felagið. So allir limir í Hvirluni verða bidnir um antin at boða sínum venjara frá, ella senda teldupost til hvirlan@hvirlan.fo og boða frá hvørja grein viðkomandi vil kappast í. Seinasta freist hjá felagnum at melda til er komandi sunnudag 19. august, og tí skulu tilmeldingar til felagið verða okkum í hendi seinast á døgura 19. august.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *