Tey ungu gerast fleiri

Hvirluvindar á kastivøllinum
20.08.2008
Kastikapping á “gamla” kastivøllinum
22.08.2008

Tey ungu gerast fleiri

Enn ein nýggjur íðkari møtti til venjingina hjá teimum ungu (10-14 ár), og tað tykist sum at hugurin til hetta slag av venjing er stórur. Hesa ferð vandu tey diskuskast, kúlustoyt og medisinbóltkast.

Byrjað varð við medisinbóltkast, ið var nýtt sum bæði upphiting og samstundis sum ein háttur at venja kroppin at kasta á ymsar hættir og so statt fáa koordinatiónina hjá íðkarunum at blíva betri. Síðan varð farið til diskuskast, har var byrjað við tí heilt grundleggjandi, sum hvussu ein heldur einum diski, og hvussu hann skal sleppast/kastast. Síðan var farið gjøgnum standandi, Step n’turn, South African og full turn, sum partrørslurnar í diskuskasti eita. Hetta fangaðu tey ungu skjótt, og megnaðu øll at kasta eitt heilt diskuskast longu fyrsu ferð, tey royndu diskus.

Eftir diskus var farið til kúlustoyt, sum er lættari at koma til, og tí vóru ymsar servenjingar gjørdar at betra um forstáilsi fyri, hvussu kroppur, høvd, bein og armar verða nýtt á ymsar hættir í einum kúlustoyti. Eftir venjingina fingu tey ungu hvør sína drekkifløsku frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Næsta venjing hjá teimum ungu (10-14 ár) verður komandi mikudag (27/8) kl. 18.15 á Frælsinum, har tað verður meir fokus á renning og lop, tó verður spjótkast eisini partur av venjingini næstu ferð.

Nakrar myndir afturat frá venjingini síggjast í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *