Tey reyðu økjast í talið í vetrarkappingini

Venjing mikudag (ung) og hósdag (børn) á Tórsvølli
30.10.2015
Vælumtøkta “Kerjarenningin” verður 21. november
10.11.2015

Tey reyðu økjast í talið í vetrarkappingini

Leygardagin 7. november var fyrsta vetrarkappingin í ár.

Runnið varð Runt Agnið á Toftum og var teinurin 10,2 km. hjá vaksnum og 5 km. hjá børnum.

Fleiri enn 100 luttakarar vóru tilmeldaðir, og hevði Hvirlan methøgt luttakaratal í ár.

Hjá børnum vann Dánjal D. Ljósheim við tíðini 18,28.

Hjá monnum rann Páll Vesturbú við tíðini 44,48, Jákup Ljósheim við tíðini 46,24 og Niclas Joensen við tíðini 51,54.

Hjá kvinnunum vann Rigmor N. Arge renningina við tíðini 44,48. Paula Mohr rann við tíðini 47,56, Birna M. Joensen við tíðini 48,15, Adelheid Kirke við tíðini 51,55, Eydna E. Petersen við tíðini 53,41, Cecilia Arendal við tíðini 58,30 og Dagmar í Heiðunum við tíðini 62,30.

Hvirlan hevði fyri fyrstu ferð ein superveteran við. Talan var um Ceciliu Arendal, sum varð nr. 2 í bólkinum.

Talan var um ein túr í vakrari náttúru og hampuligum veðri.

Næsta kapping verður leygardagin 21. november. Tá er talan um Kerjarenning, sum Hvirlan skipar fyri.

Her er eisini talan um ein túr í sera vakrari náttúru, og vóna vit at nógvir luttakarar melda til.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *