Teknisk venjing og glasblásing

Langur túrur til góða venjing
10.03.2013
Strævið at venja “styrki-renning”
11.03.2013

Teknisk venjing og glasblásing

Annar dagurin byrjaði við venjing kl. 10.00. Byrja var við almennari upphiting, áðrenn hvirlu-íðkararnir fóru at venja sína egnu greinar. Tað merkti hesaferð, at ein vandi hæddarlop, tríggir vandu diskuskast, tvey vandu langsprint og fýra vandu sprint. Sprintarnir vandu tó stórsta partin av tíðini saman. Tað var einans í síðstu spurtunum at munur var gjørdur á venjingini hjá teimum, sum vandu ymsu sprint-teinarnar. Felagsvenjingin var renniskúling av ymsum slag og startir. So fóru Tórur, Tummas Napoleon, Tinna og Steinolvur at renna 60 m spurtir, meðan Alda og Rúni runnu 120 m spurtir.

Í hæddarlopinum vandi Trygvi undir kønu eygunum hjá svenska landsliðsvenjarnum Ingelu. Mest var arbeitt við at fáa atrenningina at sita enn betur, og nú er ferðin væl hægri enn tá Trygvi kláraði oyggjaleikakravið í januar. Hetta setur tó enn hægri krøv til hvussu krops-burðurin og rútman er inn í sjálvt avsetti. Hægra ferðin gerð tó at har er potentialið at bøta enn meir um persónliga metið. Annars viðmerkti Ingela, at tað var stórur munur á hvussu væl Trygvi leypur nú í mun til síðsta summar, tá hon sá hann leypa á Jatnatøkum. Eisini segði hon, at við tað at Trygvi leypur hægri enn hann sjálvur er høgur, so kann hann nú kalla seg hæddarleypara.

Kastararnir vandu í einum av kastibúrunum í høllini. Byrja var tó við ymsum teknik-øvilsum, ið adressera ymisk elementir í kastinum. Tá farið var inn í kastibúri, arbeiddi Helgi við at fáa høgra arm at liggja betur í sprint-fasuni av kastinum, meðan Hallur arbeiddi við at fáa skjótari jørðkontakt við høgra beini eftir sprintfasuna. Hans Hjørleivur arbeiddi við at fáa ein meir aktivan høgra fót í seinnu rotatións fasuni. Tað var tíðulig broyting at síggja hjá øllum móti endanum av venjingini.

Eftir venjingina var farið í “Grand Samarkand”, ið keyps-sentri nærhendis høllini eitur, at fáa sær ein bita. Tá øll høvdu fingið nakað í búkin lá leiðin til bygdina Kosta, ið er mest kend fyri glas-list. Mest kenda merkið er uttan iva Kosta Boda, ið var tað glasblásaríðið, ið hvirlu-ferðalagið vitjaði. Hóast tað var leygardagur, so vóru menn í gongd rundan um 1180 gradir heitu ovnarnar við at blása gløs. Tað var áhugavert at síggja hvussu hetta fór fram, og hvat veruliga liggur í hugtakinum “hondgjørt”.

Eftir at hava hugt eftir hvussu gløs verða gjørd, var farið í handilin hjá Kosta Boda. Har var úrvalið sera stórt, bæði meira gerandisligir lutir eins og lutir, ið einans eru gjørdir til pynt. Tið var eisini at fara at “shoppa” í nógvu handlunum nærhendis áðrenn leiðin lá aftur móti Væxjø.

Á matarlepanum til náttura var burritos, ið komu væl við eftir strævnan dag. Dagurin var tó ikki liðugur tá, tí ungu hvirlurnar hava nógvar vinir í Væxjø, og høvdu tí tikið turra grind og turran fisk við fyri at loyva vinunum at royna henda mat. Vinirnir høvdu tó eisini fyrireika seg til vitjan, og tað endaði við at “føroya kvøldið” bleiv hildið heima hjá einari gentu, og har stóð bæði turrur fiskur, turr grind og flødakøkur á skránni.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *