Teir ungu vístu hvussu tað skal gerast

Rætting: Hvirlur í Kringluna leygardagin
28.05.2009
Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin
09.06.2009

Teir ungu vístu hvussu tað skal gerast

Tað var hugaligt at tað koma fleiri ungir íðkarar, sum hava hug at royna seg í kastigreinunum, og úrslitini hjá teimum vóru eisini góð.

 

Fyrsta greinin var spjótkast, og har var ein rættuliga kraftigur síðuvindur sum tók lutfallsiga løttu spjótini, og tí lendu so at siga øll spjótini rættuliga uttarliga í kastirætninginum, og okkurt fór útum. Hóast hetta so betraðu Hanus og Tróndur síni persónligu met við umleið fimm metrum hvør.

Úrslitini í spjótkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   600 g   Meifríð Hansen   Hvirlan   23,44 m  
Menn   800 g   Rógvi Højgaard   Hvirlan   52,38 m  
D16-17   700 g   Helgi Geyti   Hvirlan   33,60 m  
D14-15   600 g   Hanus Bergsson   Hvirlan   30,35 m   Persónligt met
  –   Steinolvur Geyti   Hvirlan   28,37 m  
  –   Tróndur Arge   Hvirlan   26,85 m   Persónligt met

Hóast veteranurin Heri gjørdi sítt ýtarsta til at nýta vindin, so kom vindurin ov langt úr vinstru siðu til at hann kundi annað enn hava negativa ávirkan á longdirnar. Hjá teimum ungu var tað stuttligt at síggja hvussu teir, eftir einans eina diskusvenjing á Tórsbreyt, í síni fyrstu kapping megnaðu at fáa nøkur góð úrslit.

Úrslitini í diskuskasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   1,00 kg   Meifríð Hansen   Hvirlan   24,55 m  
Menn   2,00 kg   Heri Ziska   Hvirlan   40,38 m  
D16-17   1,50 kg   Helgi Geyti   Hvirlan   22,16 m  
D14-15   1,00 kg   Steinolvur  Geyti   Hvirlan   22,47 m   Persónligt met
  –   Tróndur Arge   Hvirlan   19,10 m   Persónligt met
  –   Hanus Bergsson   Hvirlan   15,74 m   Persónligt met

Heri, sum í seinastuni einans hevur vant diskuskast, yvirraskaði øll, írokna seg sjálvan við at kasta hamaran útum 41 m strikuna. Randi vísti høga basis støði hjá sær, tá hon kastaði hamaran út um 35 m hóast tingini ikki gingu heilt eftir vild.

Úrslitini í hamarkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   4,00 kg   Randi Kúrberg   Hvirlan   35,02 m  
Menn   7,26 kg   Heri Ziska   Hvirlan   41,66 m  

Samanumtikið var tað ein góður dagur á Tórsbreyt, har tey góðu úrslitini hjá teimum ungu vísa at har eru góðar tíðir fyri framman innan kast her heima. Hjá oyggjaleika luttakarnum bleiv staðfest at fyrireikingarnar eru á góðari leið. Nú veðrur so vant víðaru fram móti leikunum á Álandi har næsta kapping verður hjá okkara bestu kastarum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *