Stór og smá runnu jólini inn í Suðurstreymi
Ársins fyrsta kapping

Takk fyri í ár!

Komandi ár verður eitt spennandi ár hjá Hvirluni við nógvum stórum tiltøkum og átøkum. Tað fyrsta er eitt barna- og ungdómsvenjaraskeið, sum verður hildið í Havn yvir tvey vikuskiftir í mars og apríl.

Næst á skránni eru Virkisleikir. Hetta er ein virkiskapping við liðum mannað við fýra íðkarum, har ein rennur 100 m, ein rennur 1500 m, ein kastar spjót og ein loypur longdarlop. Stig verða givin eftir altjóða stigatalvum hjá altjóða sersambandinum fyri frælsar ítróttir (IAAF). Hesar stigatalvur eru lagaðar til kyn, soleiðis at kvinnur og menn kunna kappast á jøvnum føti. Virkisleikir verða á Tórsbreyt leygardagin, 9 mai.

Síðan koma stuttleikir, har 2008 útgavan var fyrsta kapping á Tórsbreyt. Hetta er barnakapping, har børn upp til 10 ár royna seg á 60 m, í longarlop og bóltkasti. Fyri at gjøgnumføra fáa tey diplom við egnum úrslitum og heiðursmerki. Stuttleikir verða á Tórsbreyt sunnudagin, 14. juni.

Seinasta stóra tiltakið verður Jatnatøk, ið er ein altjóða kapping. Av tí at Hvirlan er eitt nýtt felag, verður einans fokuserað uppá kast í hesum  umfari. Málið er at fáa kastarar, ið eru á høgum altjóða stigi, til Føroyar at kappast. Jatnatøk verða á Tórsbreyt leygardagin, 18. juni.

Harafturat kemur Hvirlan at skipa fyri einari røð av opnum kappingum í ymsum frælsagreinum á Tórsbreyt tá summarið nærkast.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *