Tað var stuttligt á Stuttleikum!

Sólin kagaði fram tá borgarstjórin Heðin Mortensen setti Stuttleikir á Tórsbreyt leygardagin (29. mai). Hann segði so beinrakið, at hetta var eisini ein kapping, men at tað var móti ein sjálvum, sum kappast skuldi, og tað vóru tað 66 børn, sum høvdu avgjørt at gera.

Børnini runnu 60 m við standandi starti. Tey lupu longdarlop, har nýtt var avsett zona. Harafturat kastaðu børnini bóltar í vigaðu 150 g. Hetta er inngangurin til spjótkast fyri tey, sum seinni vilja royna tað. Greinarnar eru valdar fyri at børnini fáa møguleika fyri at fáa eina fatan av hvussu fjøllbroyttar frælsar eru, samstundis sum at har er onkur grein til øll.

Tíðuligt var at tað var ymiskt hvat børnini høvdu bestan hugin á. Onkur helt at stutti renniteinurin var tað stuttligasta, meðan øðrum dámdu best at kasta og uppaftur onnur vildu heldur leypa. Felagsnevnarin hjá øllum var tó ágrytni, ið børnini vístu. Øll fingu skreytblað har trý tey fyrstu úrslitini í hvørji grein blivu notera. Okkurt barnið nevndi, tá tað hevði fingið heiðursmerkið, at tað nú fór heim at hyggja hvussu nógv betur tað munda hava gingið í ár enn í 2008 og 2009. Fyri fyriskiparnar er tað sera hugaligt at hoyra, tí at dreymurin er at børnini læra at fokusera uppá egin úrslit og hvussu tey kunna forbetra seg óðansæð hvussu goð onnur eru.

Tað var eisini eyðsýnt at børnini stuttleikaðu sær óført, og tað bleiv ikki minni stuttligt tá Bassi og Klávus komu at vitja. Nógv fóru beina kós til teir báðar at fáa sær eitt klemm, og báðir komu við á pallin tá flottu heiðursmerkini vóru latin øllum teimum røsku børnunum.

Samaumtikið ein góður dagur á Tórsbreyt, og gleða vit okkum longu til Stuttleikir í 2011. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Næsta stóra tiltakið hjá Hvirluni eru tó Jatnatøk, ið er stór kapping fyri ung og vaksin har fleiri útlendingar koma at verða við. Henda kapping verður á Tórsbreyt 17. juli.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *