Super hvirluvindalega :-)

Ferðalagið taldi nøkur 20 fólk, vaksin sum smá, sum í vikuskiftinum løgdu leiðina um Suðuroyarfjørð. Sjálvt um kl. var 7, tá Smyril loysti, so hildu børnini ikki, at nøkur orsøk var at vera í frið. Nei, tey vildu nógv heldur sleppa renna runt umborð á skipinum og spæla krógva og blunda.

Veðurtíðindini høvdu lovað kulda og kava, men hvirluvindarnir eru ikki so at syfta, og varð veðrið av skriðuni, var ætlanin at fara undir plan b, c og d 😉

Onkur mundi halda hondina yvir okkum, tí komin til Hvalbiar var veðrið av tí besta. Viðførið varð avreitt í Roynhøllini, og so fóru vit oman á plenuna at kasta, renna og koyra eina breyt ígjøgnum. Síðan fóru vit niðan at eta matpakka, og nøkur hvíldu seg, meðan onnur fóru oman á sandin at finna dýrgripir. Arbeiðisbýtið millum tey vaksnu varð skipað, og skrá kom á veggin til børnini at lesa.

Klokkan gott eitt fóru børn og foreldur gongutúr í Nes at hyggja at lamunum. Nøkur børn vóru á legu í fjør, og tey vildu royna summi av tingunum aftur, eins og tey eisini nýttu høvið at greiða frá og vísa teimum, ið vóru við á fyrsta sinni. Vit sóu lamur, smálomb, hundar, prátaðu og hugnaðu okkum. Á heimleiðini steðgaðu vit eina løtu á spæliplássinum í Nesi, og so skjótt tað bar til at fara oman á sandin í Hvalba løgdu vit leiðina móti Roynhøllini tann vegin. Onkur fann krossfiskar, krabbar, tara, kúvingar, dunkar o.a. gott. Eftir gongutúrin fingu vit millummála, og so fóru vit aftur oman á plenuna. Heri skipaði fyri nøkrum upphitingarspølum, renniskúla, og Randi koyrdi lopskúla og setti eina breyt upp. Hon var skipað sum statiónsvenjing, har tey vóru 3 min. á hvørjum stað. Vit brúktu 4 støðir, og hjálptu foreldrini til á ymsu støðunum. Tað var kalt, so gott var at koma niðan aftur í heita høll til deiliga lasanju og salat. Men – ein strika var í rokningini, tí Roynhøllin var líka køld, sum tað var úti 🙁 Tað vísti seg, at oljan var uppi, men tað fingu hvalbingar skjótt fiksað, og sjálvi høvdu vit ein óføran Snúra Bikshana við okkum, sum luftaði anleggið og koyrdi vatn á. Óneyðugt at siga, hvør lætti tað var, tá fløvi kendist aftur og okkum ikki nýttist at stúra fyri at frysta í soviposunum 🙂 Onkur var, ið stúrdi meir fyri náttini enn annar, tí øll høvdu ikki soviposa við, hóast tey hildu tað, tá tey fóru úr Havn. Ein var, sum í skundi hevði rykt tveir soviposar við sær, men komin til Hvalbiar funnu tey útav, at annar soviposin als ikki var soviposi, men eitt tjald. Tað hevði óivað vart væl móti vindi, men lítið hevði tað nyttað móti kulda at ballað seg í. 

Eftir nátturðan var hugni á skránni, sum foreldrini stóðu fyri. Børn og vaksin vórðu skift í tvey lið, sum kappaðust hvør móti øðrum. Spurnakapping, stafettir o.a. stuttligar kappingar vóru á skránni. Eftir tað fingu vit kvølddrekka, og mitt í tí heila kom ein maður, sum dugdi ymsan kortgand. Klokkan hálvgum ellivu fóru vit í soviposarnar, og eins og í fjør tørnaðu tey vaksnaðu inn samstundis sum børnini – har var eingin orka eftir, og onkur snorkaði óført.

Vit vaknaðu sunnumorgun til kava, men ætlanin at fara til Sandvíkar varð ikki slept – vit høvdu álit á sólini og makt hennara hesa ársins tíð. Vit ótu morgunmat kl. 9.00, og klokkan trý korter til ellivu løgdu vit niðan brekkuna. Vit fylgdu ellinjuni, til vit komu á varðagøtuna og so stigu vit stórum 🙂 Børnini vóru ómetaliga røsk at ganga, og summi vóru so bráð, at tey alla tíðina gingu undan. Bragdarhugur teirra varð virdur, og tey sluppu at ganga einar tríggjar varðar fram og síðan stegða, til restin av bólkinum kom. Komin um tað hægsta og eitt petti oman móti Sandvík, funnu vit eitt ból, har vit settu okkum at eta matpakka og práta eina løtu. Kalt var í veðrinum, men sólin skein, og náttúran vísti seg frá síni stórslignu síðu. Kavin í Suðuroy var bráðnaður, men norðanfyri var kavatakt oman í fjøruna. Málið var Sigmundsgjógv, og tá vit høvdu fylt á tangan var lítið fyri hjá hvirlunum at ganga út á minnisvarðan. Vit tóku felagsmynd við minnisvarðan, fóru oman í sjálva gjónna, har vit ímyndaðu okkum, hvussu alt var farið fram við Sigmundi og Torgrími illa. Bilar vóru komnir eftir okkum úr Hvalba, og so drønaðu vit heim aftur. Nøkur brendu oman á sandin, meðan onnur spældu inni. Klokkan trý ótu vit døgurðarestir frá degnum fyri, og vit ótu okkum upp undir  angarnar, men áðrenn tað høvdu vit lagt botn í við kaffi og kakum, tá vit komu heim frá gongutúrinum.

Klokkan 16.30 stóð bussurin uttanfyri, og løtu seinni vóru vit á veg umborð á Smyril. Móðu børnini fóru so kinnareyð og pøst at renna runt og spæla krógva og blunda, og tá Randi helt fyri, at tey kanska heldur áttu at sett seg niður at hvílt og/ella hugt at teknifilmi, fekk hon skilagóða svarið: “Tað er altso ikki á hvørjum degi, vit eru umborð á Smyrli.”

Eitt frálíkt vikuskift, har foreldraíkastið var gull vert. Túsund takk fyri – túrurin hevði ikki verið hin sami uttan tykkum 🙂 🙂 🙂

One Reply to “Super hvirluvindalega :-)”

  1. Takk fyri eitt super Hvirluvindavikuskifti í Hvalba. Tað var ótrúliga hugnaligt og gevandi at vera við. Stuttligt var at koma at kenna bæði børn og foreldur eitt sindur betri.
    Heri og Randi, tit eru ófør at fáast við børnini upp á ein lagaligan og glaðan máta. Og myndirnar og frásøgnin er deiligt at hava at minna seg aftur á leguna við.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *