Super dagur í Sandágerði

Venjing fyri tey yngstu í summarfrí
06.07.2011
Hvirlur imponeraðu í Gøteborg
12.07.2011

Super dagur í Sandágerði

Seinasti venjingardagur áðrenn teir yngru íðkarnir fóru í summarfrí var í Sandágerði í dag. Hóast veðurguðarnir ikki heilt hildu at summar er, so var tað ein stak stuttlig løta, har tey ungu byrjaðu fyrst við nøkrum stafettum og spølum. So komu Hvirluvindarnir, og eftir felagsmyndina fóru tey ungu at venja í trappunum við vinnuháskúlan meðan Hvirluvindarnir vandu (spældu) í sandinum. Har var skógvaspæl, onkur boðrenning, kúlustoyt, hoppa band osf. Eftir venjingin fingu øll eitt sunkist.

Nú fara Tinna, Marita, Hallur, Hanus og Trygvi til Svøríkis við talentbólkinum (ungdómslandslið)  at kappast í stóru kappingini VU-spelen. Hini venja her heima ímeðan. Hvirluvindarnir er farnir í summarfrí og byrja aftur 10. august á Tórsbreyt, meðan tey yngstu byrja somu viku. Kunnað verður nærri hvønn dag tað verður.

Fleiri myndir frá venjingini eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *