Sunniva í topform í Madrid

Sunniva fingið landsliðsboð úr Danmark
14.05.2019
Lýdia aftur føroyskt met
18.05.2019

Sunniva í topform í Madrid

Sunniva Bogadóttir royndi seg fyrr í dag (18. Mai) í landsdysti millum Danmark, Portugal, Spania og Hvítarussland. Hetta er munandi hægri støðið enn føroyingar plaga at uppliva í frælsa-kappingum, men Sunniva vísti enn eina ferð, at hon er best tá tað telur.

Í seinastuni hevur verið arbeitt miðvíst við at at fáa “blokkin” at sita hjá Sunnivu, tvs at hon aktivt steðgar ferðini í atrenningini. við at smekka vinstra bein í jørðina og standa ímóti, soleiðis at høgra síða verður slongd fram sum ein pískur, har spjótið er endin av pískinum. Hetta er ein stór broyting í mun til tað, sum Sunniva er von við, so tað var djarvt at royna, tí broytingar uppundir stórar kappingar, kunna koppa skeivan veg og gera at onki riggar.

Tað vísti seg tá kappingin byrjaði at Sunniva var millum teknikkir, tvs at hon enn hevði element frá gamla teknikkinum, samstundis sum at element frá nýggja teknikkinum sótu. Hetta gjørdi at hennara blokkur var munandi meir effektivur enn hann hevur verið, men enn riggaði ikki at arbeiða ígjøgnum blokkin. Úrslitið gjørdist at kastini vóru long, men “markeraðu ikki”. (Tá man kastar spjót er krav at oddurin av spjótinum nertir jørðina fyrst, um hann ikki ger tað, so verður kasti kolldømt.) Tá dagligi venjarin ikki er við, so er tað upp til venjaran á staðnum at taka støðu til hvat skal gerast, og her vísti tøknin seg at vera heppin, tí ein venjari á staðnum sendi upptøkur av kastinum til venjaran í Hvirluni, og so var avgjørt hvussu hetta skuldi loftast. Úrslitið gjørdist at eftir at fimm tey fyrstu kastini blivu kolldømd, so sat sætta kasti. Tað bleiv máta til 35,88 m, sum er persónligt met. Enn eitt dømi um hvussu mentalt sterk Sunniva er.

 

Kasti (video) vísur at Sunniva er við at fáa ein munandi meir aktivan blokk enn hon plagar, men enn manglar hon at arbeiða ígjøgnum blokkin, og har er ongin ivi um at tá tað eisini situr, so kemur hon munandi longur út við spjótinum.

Sunniva kemur aftur til Danmarkar í morgin við restini av danska landsliðnum, og heldur so áfram beinleiðis til Føroyar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *