Sunniva fingið landsliðsboð úr Danmark

Rigmor føroyameistari í hálvmarathon
13.05.2019
Sunniva í topform í Madrid
18.05.2019

Sunniva fingið landsliðsboð úr Danmark

Tá donsku U20 og U22 kast-landsliðini fara til Madrid at kappast móti Spania, Portugal og Hvítarusslandi verður Sunniva Bogadóttir við í danska hópinum.

Sunniva, sum hevur vant við Hvirluni í nøkur ár, vísti longu frá byrjan at tað liggur væl fyri at kasta spjót. Serliga hevur hon eyðkenda “góða armin”, sum er eitt krav, um ein ynskir at koma langt sum spjótkastari.

Í 2018 kom hon út á 35,61 m við 600 g tunga kvinnuspjótinum. Hetta gjørdi at hon lá nummar tvey á danska styrkilistanum fyri kvinnur, ið eru føddar í 2001 ella 2000. Tveir kastarar í hvørji grein skulu við, men enn vóru kappingar eftir, har broytingar kundu koma. Sunniva royndi seg á Tårnby Games, har m.a. tann, sum lá 5 cm frammanfyri á styrkilistanum, eisini luttók. Kappingin endaði við at Sunniva vann kappingina við einum kasti uppá 35,66 m, og sostatt bleiv Sunniva úttikin til danska U20 landsliðið sum nummar eitt í spjótkast, hetta hóast Sunniva hoyrur til yngra árgangin, sum kappast.

Landsdysturin verður 18. mai í Madrid í Spania, og eru mótstøðulondini Spania, Portugal og Hvítarussland. Hetta eru sterkar tjóðir, sum Sunniva er so heppin at sleppa at royna seg ímóti.

Hetta er annars fimtu ferð at boð hevur verði eftir íðkarum úr Hvirluni  til donsk landslið. Hini eru

  • A-landslið
    • Hanus Bergsson, spjótkast: Europa Cup fyri landslið 2105. Hanus gav avboð vegna endaliga roynd í Student.
    • Tórur Mortensen, trýstøkk: innandura NM 2017 (Nordenkampen). Tórur gav avboð vegna skaða
  • U20-landslið
    • Tórur Mortensen, trýstøkk: NM 2015
    • Tórur Mortensen, trýstøkk: NM 2016. Tórur vann broncumerkið

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *