Sunniva danmarksmeistari í spjótkast

Hvirlan tók (næstan) alt á FM
22.08.2018
Høgt støði annan dagin á DMU
02.09.2018

Sunniva danmarksmeistari í spjótkast

Sjey hvirlur royna seg hetta vikuskiftið í dysti við bestu javnaldrarnar í Danmark. Tað er á flotta Skovdalen Stadion í Aalborg at dysturin um danska meistaraheitið fyri ung fer fram. Hjá hvirluni hildnaðist væl, við bólkametið, persónligum metið, gullmerkið og fleiri flottum, um frustrerandi, fjórða plássum.

 

Gentur 14-15 ár – Trýstøkk

Fyrri dagurin byrjaði longu kl 11:00, tá Børka Berg Jørgensen, sum á fyrsta sinnið hevur aldur til at luttaka, royndi seg í trýstøkk. Børka legðí hart út, tí longu í fyrsta fekk hon góða ferð inn í lopið og fyrstu tvey avsettini sótu væl, men hon lendi í so tungt í tí síðsta. Úrslitið gjørdist tó, at hon bøtti um sítt persónliga met til 9,59 m. Næsta lopið var eitt vet styttri, meðan hon aftur bøtti um sítt persónliga met í triðja umfarið. Hesaferð til 9,60 m. So at kanna eftir hvør helt áfram, og har vísti tað seg, at hóast Børka hoyrir til yngra árgangin í bólkinum, lá nummar fýra. Nú skuldi satsast, tí har var meir at heinta. Fjórða lopið gjørdist yvirtrakk, meðan hon misti rútmuna inn í lopið í fimta umfarið. Í sætta lopinum kom hon væl gjøgnum plankan, fekk ferðina við sær úr øðrum avsettinum, og tískil var lættari at standa ímóti og stýra momentum út í grøvina í síðsta. Lopið bleiv mált til heilar 9,95 m. At so videoupptøka vísti at hon var 10 centimetrar frá at gera yvirtrakk ger tað bara enn meir imponerandi. Børka endaði á fjórða plássi, bara 23 centimetrar frá silvurmerkinum, men heilar 1,26 m frammanfyri tað næstu í sínum árgangi.

 

 

Gentur 16-17 ár – kúlustoyt

Lydia Poula Simonsen var næst í eldin. Hon skuldi royna seg við 3,0 kg tungu kúluni. Eftir styrkismetingini, var vantandi at hon endaði uml 1 metur frá pallinum og góðar tveir metrar frá gullinum. Lydia legði út við at stoyta 10,29 m, og eftir fyrsta umfar var hon góðan metur frá pallinum og góðar tveir metrar frá gullinum. Hon gjørdi yvitrakk í øðrum umfarið, men í triðja kom hon betur undir kúluna, og megnaði sostatt bæði at fáa meir ferða á kúluna, og samstundis umganga yvirtrakk. Úrslitið gjørdist 11,97 m, og brádliga var Lydia bara lítlan hálvan metur frá gullinum. Í finalu umførðunum skuldi satsast, so har kom meir ferð á, men tað eydnaðist ikki Lydiu at koma undir kúluna, og tí gjørdi hon yvirtrakk. Endaliga úrslitið gjørdist tí at Lydia við 11,97 m endaði lítlan metur frá gullinum og bara 18 centimetrar frá pallinum. Har er tó ongin ivi um at tá hon fær bæði ferð teknik at rigga, so ferð kúlan langt.

 

Gentur 18-19 ár – hamarkast

So var tað Guðrið Káradóttir Petersen sum átti tørn. Hon royndi seg við 4,0 kg tunga hamarnum. Guðrið er so heldig, at hon hoyrur til aldursbólk, har nakrar av bestu donsku hamarkastarunum í Danmark eru, harímillum danmarksmeistarin. Hetta ger tað sjálvandi avbjóðandi at fáa heiðursmerkir, men inspiratiónin at kappast í slíkum hópi er óvurderelig. Í fyrsta kastinum var Guðrið ov ivrig og hálaði í hamaran, heldur enn at trýsta hann framman fyri sær. Hetta gjørdi at balancan ikki var røtt, og tískil endaði Guðrið við at gera yvirtrakk. Í øðrum umfarið fekk hon trýst meir á hamaran í byrjani, men enn var hon frammanfyri hamaran, og tískil bleiv kasti tungt. Tað bleiv tó máta til 39,43 m, sum bara er 2½ m frá hennara føroyska metið. Triðja kasti gjørdist aftur yvirtrakk. Í fjórða fekk hon trýst meir á hamaran, og kom samstundis út yvir vinstra í startinum. Í øðrum helt hon aftur, men bjargaði sær í triðja so at hon helt nakað av ferðini. Úrslitið gjørdist 40,79 m. Í fimta hálaði hon aftur í hamaran, meðan hon í sætta byrjaði við at hála, men fekk tó sett ferð á soleiðis, at hon aftur kom útum 40 m strikuna. Fyri einum árið síðan náddi hon ikki 40 m strikuna við 3,0 kg hamarnum. At hon nú ferð útum 40 m strikuna við 4,0 kg hamarnum vísur stóru framgongdina hjá Guðrið, og enn er nógv at heinta.

 

 

Dreingir 14-15 ár – trýstøkk

Sergreinin hjá Miso Buha er trýstøkk, og tað var næst á skránni. Hetta var sterk kapping, har fýra høvdu lopið beint omanfyri 12 m. Miso hevur leingi stríðst við at fáa atrenningina at sita, tí fleiri kappingar eru endaðar við yvirtrakk í flestu og onkuntið øllum lopunum. Arbeitt hevur tí verði við at stabilisera atrenningina, og samstundis økja um ferðina, bæði í atrenning, og gjøgnum tey trý lopini. Hetta er ein heilt annar máti at leypa uppá, men ein mátið, sum letur upp fyri longum lopum uppá sigt. Í fyrsta lopinum sat fóturin fint á plankanum, og ferðina hevði hann við sær inn í fyrsta lopið. Hann spenti tó eitt sindur upp í flognum, og lendi eitt sindur tungt í øðrum, men megnaði at koma víðari. Tá hann lendi til triðja hevði mista ferðin við sær at kroppurin var komin ov langt inn yvir beini, og so er nærum ógjørligt at fáa longd á síðsta lopið. Lopið bleiv tó mált til 12,17 m, sum er næstlongsta lop hjá honum í ár. Annað lopið var meinlíkt tí fyrsta, meðan tað triðja og fjórða miseydnaðust heilt. Í fimta umfarið kom fyrsta yvirtrakk, men longu í sætta var tað rætta aftur. Eins og í undanfarnu lopunum, kom Miso væl yvir plankan inn í fyrstu flogfasu, annað avsetti var tó eitt vet ov passivt, og tí roteraði hann aftur framyvir í øðrum lopinu, og lendi ov tungt til at fáa gott avsett í triðja lopið. Miso var tó aftur yvir 12 m, hesaferð bleiv tað mált til 12,12 m. Hóst Miso liggur millum gamla og nýggja mátan at leypa uppá, so megnaði hann eitt flott fjórða pláss í eini kapping, sum ikki hevur verði harðari í hesum aldursbólkinum. Tá nýggi teknikkurin er automatiseraður, so er lítil ivi í, at 13 m strikan verður løgd afturum.

 

 

Dreingir 18-19 – 400 m

Dánjal Dahl Ljósheim, sum primert fokuserar uppá 800 m, hevur vant nógv sprint, fyri at fáa ferðina upp. Hetta hevur ført við sær, at hóast hann ikki hevur vant sprint úthaldinheit, so er ferð-reservan so mikið stór, at hann er farin at gera um seg á longsta sprint-teininum. Dánjal var styrkismettur í skjótasta riðlinum, har hann hevði torføru geil-1. Dánjal legði hart út, og tá hann kom úr fyrsta svinginum, hevði hann tikið seg fram millum teir fremstu, og helt hann hetta næstu 100 m. Í øðrum svingi misti hann nakað, soleiðis at hann kom úr svinginum sum tann síðsti. Á síðstu 100 m megnaði hann tó at finna eitt eyka gear, og rann hann seg soleiðis fram aftur millum hinar aftur. Á málinum segði tíðin 52,81 sek, sum fyri einum árið síðan hevði verið persónligt met við góðum 4 sekundum, men stóra framgongdin í ár, merkir at hetta var 0,32 sek seinni enn hann hevur runnið teinin áður.

Gentur 16-17 – spjótkast

Ímeðan Miso og Dánjal kappaðust, var Sunniva Bogadóttir í gongd við spjótkast. Her var hon styrkismett nummar eitt. Hon var tó so óheppin fyri góðari viku síðan at bekla so mikið illa at hon ikki hevur fingið vant, og tað var til tað síðsta ivi um hon yvirhøvur kundi kasta. Tað var ikki hugsingur um at hita upp við at renna, so har var arbeitt við medicinbóltum, ið vóru læntir frá Aalborg Atletik. Tá so spjótini komu fram fór hon í gongd við at kasta róliga, men ferð kom ikki á fyrr enn í fyrsta umfarið. Har kastaði hon spjótið út á 32,10 m, sum gjørdi at hon eftir fyrsta umfarð lá sum nummar 3. Fóturin helt, og tí var sett ferð á í øðrum, og rakti hon avleveringina væl. Úrslitið gjørdist at spjótið lendi á 37,35 m, sum flutti hana upp á fyrsta pláss í kappingini. Hinar royndu at svara aftur, men ikki fyrr enn í fjórða umfarið kom ein útum 34 m strikuna, men nærri komu tær ikki. Harvið tryggjaði Sunniva sær eitt trygt gullmerkið.

 

Seinna dagin er skráðin tann, at Børka rennur 80 m rimarenning, Dánjal rennur 800 m, Miso rennur 400 m, Lydia og Helena kasta diskus og Edna Maria kappast í longdarlop

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *