Summarvenjing fyri allar ídnar hvirlur, ið ikki orka at vera í frið

Hvirlurnar venja í Sandágerði týsdagin 30. juni kl. 16.30-18.00
27.06.2015
Limagjald og venjingargjald – nú riggar Askur eisini hjá Hvirluni :-)
27.06.2015

Summarvenjing fyri allar ídnar hvirlur, ið ikki orka at vera í frið

Í tíðarbilinum 6. juli til 14. august er summarvenjing fyri ungu íðkararnar í Hvirluni (vika 28-33). Tilboðið er galdandi fyri aldursbólkin 1999-2006. Venjingin er mánadag kl. 18.15-19.15 og mikudag kl. 18.00-19.30. Venjarar eru tey, sum vanliga venja tey ungu: Steinolvur, Rúni, Edna Maria, Tinna, Tórður og Tummas Napoleon. Tey skiftast um at standa fyri venjingini, men tveir venjarar eru í øllum førum hvørja ferð. Hvirlurnar eru vælkomnar at hava ein vin, t.d. ein summargest við til venjing. Sjá venjingaryvirlit niðanfyri:

 Vika  Mánadag (18.15-19.15)  Mikudag (18.00-19.30)
 28  Steinolvur og Tórður  Steinolvur og Tórður
 29  Rúni og Edna Maria  Steinolvur og Tórður
 30  Edna Maria og Tummas Napoleon  Steinolvur og Tummas Napoleon
 31  Rúni og Tummas Napoleon  Steinolvur og Tinna
 32  Rúni og Tummas Napoleon  Steinolvur og Tinna
 33  Rúni og Edna Maria  Steinolvur og Tinna

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *