Summarfrælsar hjá Hvirluvindunum byrja

Í dag byrja summarfrælsar!
21.04.2010
Kapping leygardagin 24. apríl
22.04.2010

Summarfrælsar hjá Hvirluvindunum byrja

Hóast veðurguðarnir tyktust vilja steðga tí, so eru summarfrælsar hjá Hvirluvindunum byrjaðar. Børnini vandu forðarenning, har rútman og “álopi” á forðingarnar spakuliga er við at koma og lopvenjing. Harafturat var koordinatiónsvenjing og reaktións startir. Alt var gjørt í høgum tempo fyri at tryggja at ongin náddi at kølna í kalda regninum. Sum venjarar var tað imponerandi at síggja hvussu hugagóð børnini vóru og hvussu tey alla tíðina gjørdu sítt besta. Vit venjarar gleða okkum til at sleppa at venja børnini í summar.

Fleiri myndir í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *