Sumba og hugnakvøld

Árliga kirkjurenningin í Suðurstreymoy jólaaftan
10.12.2012
Grein um FAR-O í amerikanskum tíðarriti
23.12.2012

Sumba og hugnakvøld

Nú sum árið um at enda farið er, fer Hvirlan at skipa fyri einum hugnakvøldið fyri Hvirluvindum og ungum. Fyrst (kl. 17.00) fara vit at spæla spøl og dansa sumba í studentaskúlanum, og síðani (kl.19.00) verður fari niðan í ÍSF húsið at hugna okkum við pitsa og felagssangi. Jólahugnin hjá Hvirluni endar kl. 21.00.

Tá vit dansa sumba, hevði verið gott um vit øll vóru í Hvirluklæðum, tí vit fara at taka felags mynd.

Til hugnan í ÍSF húsinum sleppa bert hvirluvindarnir hjá Hera og Randi, t.v.s elstu hvirluvindarnir (fødd ’02 – ’99). Eisini tey ungu sum venja hjá Hera. Hvirlan gjeldur fyri pitsurnar, umframt drekka. Tilmelding er á hvirlan@hvirlan.fo, áðrenn týskvøldið.

 

Foreldur at teimum yngstu hvirluvindunum kunnu koma eftir børnum teirra kl 18.45 í studentaskúlanum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *