Kava-venjing
26.12.2010
2010 endar væl
29.12.2010

Styrkivenjing

Styrkivenjing er ein týðandi lutur í venjingin innan frælsar og har hava vit í Hvirluni fingið eina góða avtalu við Yndi, sum ger at tað er lættari at venja undir góðum umstøðum og til ein rímiligan prís. Tó er týdningarmikið at venjingin er rætt skipa, soleiðis at ein byggur íðkarin upp heldur enn at spilla tíðina ella begreinsa møguleikarnar hjá íðkarnum uppá sigt.

Í løtuni venja fimm av teimum ungu styrki. Higartil er tað einans grundvenjing sum er á skránni. tvs øvilsir, ið inkludera rørslu tvørtur um nógv lið, og øvilsir í geva eina góða basistyrki. Tey flestu hava einans vanta í uml. ½ár, og tí hava tey enn til góðar at royna seg við einari test av hvussu tunga vekt tey klára at lyfta eina ferð. Hóast hetta kann ein sjálvandi testa støðuna, og tað er gjørt og framgongdin er stór.

Tað er stuttligt at verða í Yndi við teimum ungu, tí at har eru nógvir variantar av venjingum sum venjarin ikki hevur roynt áður. t.d. tveymans deadlift, par-chins og nógv annað. Tí er tað við spenningini at farið verður undir 2011, har enn fleiri fara at venja, eisini í Yndi nú tað flytur inn við síðuna av Tórsbreyt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *