Stuttligt á Stuttleikum

Annað umfarð av Grand Prix verður 9. juni
31.05.2012
Komi og passi nýggja hvirlubúnan mikudagin 6. juni
04.06.2012

Stuttligt á Stuttleikum

Heili 70 børn løgdu leiðina framvið Tórsbreyt tá fimtu Stuttleikir vóru á Tórsbreyt sunnudagin 3. juni. Tað var turt, men rættuliga kalt, hetta ávirkaði tó ikki hugin hjá børnunum. Í ár vóru tað ungir íðkarar úr Hvirluni, sum skipaðu fyri tiltakinum. Hetta eydnaðist stak væl.

Katrin Joensen (ÍSF), setti leikirnar. Hon vísti m.a. á at fólk hava ymsa fatan av ítrótti. Ítrótturin kan nevniliga geva bæði góðar upplivingar, nýggjar vinir umframt eina betri heilsu. Tí er tað týdningarmikið at geva børnum møguleikan fyri at røra seg, og her er Tórsbreyt sera hóskandi, tí her kann ein bæði renna, kasta og leypa. Stuttleikir eru eitt tiltak, sum gevur børnunum møguleikan fyri at royna fjølbroyttu møguleikarnar á Tórsbreyt, og kanska kann hetta vekja áhuga fyri frælsu íróttini og rørslu sum heild, tað verði seg við kapping ella vælverðu fyri eyga.

Fyri at hava so stuttar køðir sum gjørligt var lopi bæði í eystaru og vestaru sandgryvju, umframt at kasta var bæði úr eystri og vestri. Sprint (60 m) var á sunnaru langsíðu. Umleið 30 hjálparar vóru til staðar at geva børnunum eina so góða uppliving sum gjørligt.

Børnini tyktust stuttleika sær óført, tí hóast børnini kýttu seg í øllum royndunum, so var stutt til smílini, og ofta fylgdust vinir og systkin so at tey kundu renna móti hvørjum øðrum ella kasta/leypa beint aftaná hvønn annan, fyri á tann hátt í felag kunna gleðasta um úrslitini. Børnini fingu eitt skreytblað við egnum úrslitum umframt heiðursmerkið fyri at gjøgnumføra leikirnar.

Stuttleikirnir vóru stuðlaðir av Vodafone, Eik, MBM og PM. Børnini fingu pop-top frá MBM, frugt frá PM, húgvu og ballón frá Eik og drekkidunk frá Vodafone. Harumframt lat Vodafone tríggjar fartelefon-startpakkar, sum drigið var um millum øll tey sum høvdu luttikið Vinnarnir vóru:

  • Børka Berg Jørgensen, 2004, Tórshavn
  • Ragnar Heinason, 2008, Tórshavn
  • Hjartvard Heðinson Skálagarð, 2004, Eiði

Ein av pakkunum er ikki avheintaður. Hesin kann avheintast við at ringja til Hera Ziska á tlf. 213775.

Fleiri myndir eru í myndasavninum. Næstu Stuttleikir verða eftir ætlan fyrsta sunnudag í juni 2013.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *