Oyggjaleika- og A-krav á Tórsbreyt
28.05.2012
Annað umfarð av Grand Prix verður 9. juni
31.05.2012

Stuttleikir

Tá Tórsbreyt var tikin í nýtslu, var fyrsta tiltak rættuliga hóskandi frælsafagnaðurin Stuttleikir. Sunnudagin 3. juni skipar Hvirlan á fimta sinni fyri hesum tiltakinum.

Tiltakið ferð fram á tann hátt, at børni, við tilmelding fáa eitt skreytblað. Hetta skreytblað verður so levera til dómaran á hvørjari grein áðren barnið roynur seg. Dómarin skrivar so úrslitið hjá barninum á skjalið. Tá barnið hevur gjøgnumført allar greinanar fær tað heiðursmerkið fyri innsatsin.

Greinarnar eru 60 m renning, longdarlop og bóltkast. Á 60 m verður tíðin tikin manuelt av seks máldómarum. Í longdarlopi verður avset sona nýtt. Hetta merkir at mált verður frá har barnið leypur. Í bóltkasti verða 150 g tungir bóltar nýttir. Børn kunna royna greinarnar so ofta teimum lystir. Tó verða einans tey fyrstu 3 úrslitini í hvørji grein skriva á skreytblaðið.

 Tilmelding er á staðnum kl. 13:30 og heldur áfram til kl. 15:30. Leikirnir byrja kl. 14:00 og enda kl. 16:00.

Tiltakið er stuðla av Vodafone, MBM, PM heilsølu og Eik.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *