Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin

Teir ungu vístu hvussu tað skal gerast
30.05.2009
Frælsar í sól, men frískum loti
11.06.2009

Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin

Komandi sunnudag (14. juni) verður aftur møguleiki hjá teimum yngstu børnunum at uppliva frælsa ítrótt á Tórsbreyt. Hetta verður á Stuttleikum, sum Hvirlan skipar fyri.

 

 

Stuttleikir eru eitt tiltak, har børn fødd í 1999 ella seinni sleppa at royna seg í trimum ymiskum greinum innan frælsu ítróttina. Hesar greinar eru 60 m renning, longdarlop og bóltkast og umboða høvuðsbólkarnar innan frælsu ítróttina, tvs kast, lop og renning.

Tiltakið byrjar kl. 14.00 og heldur fram til kl. 16.00. Hetta er eitt tiltak har børnini eru í fokus, og tí er tiltakið skipað soleiðis, at barnið fær eitt skreytblað við egnum navni á, tá tað meldar til og hevur so hetta við sær til ymsu greinarnar. Síðan kann barnið sjálvt velja, hvørt tað vil kasta, leypa ella renna fyrst. Eftir hvørja roynd skrivar høvuðsdómarin úrslitið hjá barninum á skreytblaðið. Fyrstu trý úrslitini í hvørjari grein verða skrivað á skreytblaðið. Øll børn, sum hava fingið minst eitt úrslit í hvørji grein á sítt skreytblað, fáa heiðursmerki fyri avrikið. Øll børnini eru tó vælkomin at royna hvørja grein, so ofta tey hava hug til líka til tiltakið endar kl. 16.00.

Tilmelding er á staðnum og byrjar kl. 13.30 og heldur á til kl. 15.30. Kostnaðurin er 50,- fyri hvønn. Vónandi koma enn fleiri børn enn seinasta ár at stuttleika sær á Stuttleikum og royna síni evnir og kunna seg um frælsa ítrótt sunnudagin.

Ein frágreiðing frá Stuttleikum 2008: http://www.hvirlan.fo/?p=361 og myndir: http://www.hvirlan.fo/?page_id=61&album=3&gallery=25

Tiltakið er stuðlað av  ,   og

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *