Stuttleikir í besta veðrið

Hvirlur á Norðoyastevnu
02.06.2013
Kristian Martin Garðalíð til HM fyri íðkarar við menningartarni
07.06.2013

Stuttleikir í besta veðrið

Aftur í ár skipaði Hvirlan fyri Stuttleikum, ið er tiltak fyri børn undir 10 ár. Júst, sum hini árini, sluppu børnini at royna seg í longdarlopi, kúlustoyt og 60-metur renning. Í ár vóru tað ung úr Hvirluni, ið skipaði fyri, og tey gjørdu eitt megnar arbeiðið. Tey hava verið úti um alla Havnina, umframt í Rás 2 og útvarpinum og lýst. Og hetta gjørdi mun, meir enn dupult so nógv vóru og stuttleikaði sær á Tórsbreyt í ár, í mun til í fjør. Heili 175 vóru í ár. Pengarnir Hvirlan fær burturúr fara beinleiðis aftur til ungu í felagnum. Tað gevur teimum betri tól at venja við, umframt høvið at fara uttanlands at venja ella kappast.

Sera stuttligt var at síggja tey mongu børnini á Tórsbreyt í dag. Sjálvt um tað vóru langar køir, forðaði hetta ikki børnunum at hava tað stuttligt. Glað og nøgd børn vóru at síggja alla staðni, har ein vendi eygað. Stóltleikin á mongum av børnunum var stórur, í tí tey fingu heiðursmerki um hálsin. Til Stuttleikir fáa øll heiðursmerki, tí kapping millum børn í hasum aldrinum er sera órættvís, umframt at nógv børn ikki skilja fyribrigdið ”kapping”.

Hvirlan vil takka stuðlum sínum, Okkara, Poul Mikkelsen og Vodafone fyri at gera Stuttleikir møguligar. Eisini vilja vit takka øllum, ið komu oman á Tórsbreyt at hjálpa til í dag!

 

Fleiri myndir eru at síggja í myndarsavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *