Strævið, gevandi og stak hugnaligt

Kapping og venjing annan dagin í Væxjø
10.03.2012
Heimferð
14.03.2012

Strævið, gevandi og stak hugnaligt

Sunnumorgun sluppu hvirlurnar  at sova leingi, tvs at fyrsta venjing var ikki fyrr enn kl. 10:30 um morgunin. Henda fyrsta venjingin hevði fokus á sprint úthaldinheit, men fyrst var gjørt nógv við renni koordinatión. Tað var áhugavert at síggja nýggjar variantar av gomlum øvilsum, eins og at læra nýggj koordinatións øvilsir at kenna. Eftir tann koordinativa partin var fari til sprint-úthaldinheits venjingina. Hon var strævin, men tó var stuttligt at síggja at hvirlurnar ikki høvdu trupulleikar við at fylgja við. Enda var við nøkrum styrki-øvilsum.

Eftir venjing var ein góður biti á skránni í matstovuni í Tipshallen har vant verður. So fylgdust hvirlurnar við limum í Væxjø inn tí miðbýnin at hyggja seg um áðren næsta umgang av venjing. Leiðarnir fingu eina rundvísing á økinum har tipshallen liggur. Hetta er øki har stórar útbyggingar fara fram í løtuni. m.a. verður nýtt fótblót-statdion, nýggj ishockey høll, inni-bandy (enskt: floor ball) høll og ikk minst nýggja høll til frælsa ítrótt. Hesar koma umframt verðandi stadion til fótbólt og atletik, curling, kunst-skøjting, venjingarhøll til íshockey og ymiskt annað.

Í næstu venjing stóð renni-styrki á skránni. Í hesum heitinum liggur renning (sprint) og styrkivenjing við egnari kropsvekt. Vant verður eins og í cirkulvenjing. Hetta var sera hart at gjøgnumføra, og kemur uttan iva at resultera í nakað av andsperr í morgin. Gevandi var tað tó. Á veg heim var tíð hjá leiðarunum at síggja eitt sindur av umhvørvinum. m.a. var steðga við gamla slots-ruin.

Dagurin endaði við at tey flestu fóru út at eta saman við íðkarum úr IFK Væxjø á matstovuni Akropolis.

Fleirir myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *