Strævið at venja “styrki-renning”

Teknisk venjing og glasblásing
10.03.2013
Sprint venjing á høgum støði
11.03.2013

Strævið at venja “styrki-renning”

Sunnudagurin byrjaði við at Trygvi gjørdi “scrambled eggs” til allar hvirlurnar. Hetta smakkaði stak væl, og var ein góður háttur at byrja dagin uppá.  Ávegis út í bilarnar var ein felagsmynd tikin úti á ísinum við vallaraheiminum sum bakgrund.

Morgunvenjingin var ein lættari umgangur, har Tórur arbeiddi við atrenningini í longdarlopinum. Her kom ein betur rútma í enn tað hevur verði leingi. Hinir íðkararnir “spældu” við kúlurnar. Sprintarnir og leyparnir kastaðu kúluna uppá ymsar við tí endamálið at økja um avsett og styrki, meðan kastarnir vandu kúlustoyt.

Tá venjingin var liðug var endiliga tíð at shoppa, tí teir 3-4 tímarnir millum venjingarnar blivu brúktar í einari keypsmiðstøð. Onkur náddi flestu handlarnar har, meðan onnur nýttu tíðina til at slappa av og fáa ein góðan kaffimun.

Næsta venjingin byrjaði við specifikkari tekniskari venjing í hædd hjá Trygva og diskus hjá Hallur, Helga og Hans Hjørleivi. Teir arbeiddu víðari við teimum teknisku elementunum teir høvdu arbeitt við dagin fyri. Hini gjørdu almenna koordinatiónsvenjing. Tá góður hálvur tími var farin byrjaði “styrki-renningin”. Tað er ein variantur av cirkulvenjing, tó skuldu íðkararnir renna 100 m millum hvørja statión. Tað vóru 15 statiónir í fyrsta umgang, so var pausa áðren næsta umgang, ið “einans” var 10 statiónir. Flestu íðkararnir vóru einigir um at tað var stak effektiv venjing, og væl hóskandi til hesa tíðina av árinum.

Eftir venjing lá leiðin á indiska matstovu at fáa ein bita. Fleiri av íðkarunum høvdu ikki roynt indiskan mat áður, so tað var gott at royna tað eisini.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *