Strævin, men gevandi venjing

Úrslit frá kastikapping á Tórsbreyt
22.02.2009
Lop og rimarenning á skránni
04.03.2009

Strævin, men gevandi venjing

Hesa ferð fór venjing fram við rúkandi ferð frá byrjan til enda, men hetta tyktist ikki nerva røsku hvirluvindarnar ella tey ungu, sum uttan trupulleikar fylgdu við nógvu ferðini, samstundis sum tey megnaðu at gjøgnumføra nýggjar rørslur rætt.

Hvirluvindar 6-9 ár byrjaðu við at spæla “djór”, tí tað var eitt ynski frá seinastu ferð. Síðan gjørdu vit nakrar stafettir við vektarbóltum og útbygdu hana við ymsum torleikum. Aftaná tað fóru vit við góðari hjálp frá foreldrum at byggja breytina, og tá mundi Randi gloymt, at vit á fyrsta sinni skuldu royna nýggju hekkarnar (rimar), sum nakrir fittir ungir mans á Tekniska skúla í Havn hava gjørt til okkum. Men í Hvirluni duga øll so væl, so foreldur settu breyt upp, meðan miðjan á fimleikagólvinum var ruddað, soleiðis at vit fingu vant við nýggju rimunum. Børnini dugdu væl og ómakaðu sær, og tá vit eftir nøkur umfør av stuðulsvenjingum royndu okkum í rimarenning, sá tað bara heilt gott út. Hetta hoyrdist eisini á rútmuni, tá føturnir nurtu gólvið, tí tað ljóðaði “akkurát sum ordiligt”. Ein góður dagur, har venjarin enn eina ferð var væl nøgd um áhuga og hjálpsemi frá bæði børnum og vaksnum 🙂 Hugaligt við fittum fólki!

 

Tey ungu sluppu eisini at royna nýggju forðingarnar, men fyrst skuldi hitast upp, og varð tað gjørt við einari lítlari breyt, sum gekk við nógvari ferð, har ungu íðkararnir alla tíðina noyddust at broyta rørslumynstrið.

Forðingarnar vórðu síðan royndar á ymsar hættir, bæði við rútmiskum rørslum har tann einstaki íðkarin vandi við hvør sína forðing og eisini rørslur har íðkarnir gingu, bakkaðu ella snaraðu um forðingarnar á ymsan hátt. Síðan endaði hesin partur av venjingini við, at runnið varð um forðingarnar.

Eftir forðarenningina varð farið til venjing við vektarbóltum. Har varð kastað á nógvar ymsar mátar, soleiðis at íðkararnir vandu bæði kropsburð og góðan kastistíl, samstundis sum bæði bein, bulur og armar fingu at føla, hvussu gevandi venjingin var.

Áðrenn byrjað varð at strekkja var cirkul-venjing á skránni. Eins og altíð var hon hørð, men gevandi, og enn eina ferð kláraðu tey ungu tað betur enn seinast, sama venjing var á skránni.

 

Seinna liðið av hvirluvindum sluppu eisini at royna nýggju forðingarnar, men fyrst skuldu tey vera klár, og tí varð byrjað við eini bumbustafett, og síðan einari “hornastafett”, har  tey skuldu flyta seg runt, samstundis sum tey skuldu kasta vektarbóltar uppá tvørs. Hetta skuldi líka roynast, áðrenn tað riggaði, men so gekk uppá stás.

Venjingin við forðingunum byrjaði við, at tey gingu, bakkaðu og snaraðu um forðingarnar. Hetta gekk sera væl, hóast forðingarnar vóru rættuliga høgar hjá onkrum av yngru hvirluvindunum. Síðan varð farið til forðarenning. Hóast høllin var stutt, so fingu børnini ein góða rútmu í sína forðarenning.

Seinasta punkt á skránni var ein breyt við nógvum ymsum rørslum. Her sást, hvussu nógv hvirluvindarnir eru gingnir fram í ymsu rørslunum, við tað at tey nú gera rørslur, sum mong av foreldrunum munnu hava trupulleikar við, og sum tey sjálvi ikki kláraðu fyri einum hálvum ári síðan.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *