Strævið men gevandi á Svangaskarði

Farna vikuskiftið vóru tey ungu á venjingarlegu á Toftum. Endamálið við at fara á Svangakarð at venja var, at koma í nýtt umhvørvið fyri at broyta vanarnar, og samstundis fáa møguleikan fyri at koncentrera seg um venjing uttan øll tey forstýrilsir, sum dagligdagurin annars inniheldur.

Fari var við Bygdaleiðum av farðstøðini í Tórshavn leygarmorgum. Í Søldarfirði var skift til annan bus, og har vísti tað seg at tænastan var so mikið góð, at hvirlurnar blivu koyrdar til dyrnar í B68 húsinum har gistast skuldi. Eftir at hava blakað soviposar o. a. inn var fari til fyrstu “venjing”. Hetta var venjing, ið hevði til endamáls at rysta ferðingina úr kroppinum, og fáa tey ungu mentalt uppá pláss.

So var matur og ein pausa áðrenn fyrsu verðuligu venjing. Í hesi venjing var fokus renniteknikkur og rennistyrki. Har var nógv koordinatiónvenjing og meira málrætta venjing av renniteknikki áðrenn var farið í trappurnar at renna. Hóast intensivt, so hildu tey ungu ikki at henda venjing var hørð. Ein góður millumálið av frugt og øðrum kom tó væl við.

Seinasta venjing fyrsta dagin var deild í tvey, har nøkur vandu mið-/langteinarenning við Rigmor, meðan restin vandi kast saman við Hera. Rigmor hevði valt at skipa fyri strævnari brekkurenning, og har var stór einigheit um, at hetta var nakað av tí strævnasta hvirlurnar nakrantíð høvdu roynt. Øll pressaðu tey tó til síðsta minut. Tey, sum kastaðu, sluppu at royna eina tekniska fokusering, tey ikki høvdu roynt áður, og tað tók tey væl til sín.

Seinasta rørsla á degnum var tá gingi var oman í skúlan at spæla í svimjihøllini. Eftir nakrar spontanar svimjidystir var fari til ein “vatn-polo” dyst við “h71” øðrumegin og “hinum” hinumegin. Hesaferð vann “H71”.

Dagurin endaði við góðari heimagjørdari lasagnu og einum práti um at seta sær mál og venjing.

Næsti dagurin byrjaði við at tey ungu so spakuliga komu úr soviposunum. Tó var ongin so merktur av mið-/langteinarenningini sum forvanta. Tá øll høvdu eti og slappa av eina løtu var fari at venja. Byrja var við einum umgangi av sprintvenjing. Her var aftur fokusera uppá tekniska partin áðrenn fari var at renna sprint. Tað sást móti endanum, at nú var orkan við at verða uppi. Seinasta venjing á degnum bleiv tí justera.

Henda venjing fór tó ikki í gongd fyrr enn íðkarnir høvdu fylt orku-depotini aftur og annars høvdu slappa av við at  hyggja eftir fótbóltsdysti, sjónvarpi, spæla computaraspøl ella bara liggja við beinunum hægst.

Seinasta venjing snúði seg um kast- og lopstyrki. Kaststyrkin var vand við vektarbóltum, meðan lop-styrkin hesaferð var vand í trappum.

Túrurin aftur til havnar var við Bygdarleiðum og komu tey ungu aftur á Farstøðina stutt áðrenn kl. 20.00. Móð, men væl nøgd við túrin, bæðið í mun til úrtøku og tað tey annars høvdu uppliva. Hetta er eitt tiltak, sum heilt sikkurt verður roynt aftur.

Fleiri myndir er í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *