Stórmót2017-seinni kappingardagur

Eins og vanligt, so var annar dagurin minni hektiskur fyri Hvirluna. Úrslitini vóru tó øll stak flot.

Gentur 13 ár

Børka Berg Jørgensen byrjaði dagin longu kl 10:30, tá hon skuldi royna seg á 60 m rimarenning. Eins og á 60 m, so var hon í fyrra riðlinum har tær vantandi minni skjótu vóru. Børka kom væl úr blokkinum, og var fremst um fyrstu rim, hon fekk eitt aktivt bein í jørðina og fekk sostatt nógva ferð við sær inn yvir til næstu rim, og hetta helt áfram uppum allar rimarnar, við tí úrslitið at hon var nógv fremst á mál. Tíðin gjørdist 11,32 sek, sum er 1,38 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Tað rakk til eitt broncumerkið í sterku kappingini. Enn eitt dømi um at almenna grundvenjingin tryggjar møguleikar, ið røkka væl longri enn tað kann tykjast.

Eftir rimarenningina fór Børka beint til 200 m, her sást at hon var ikki eins agressiv, sum hon plagar at verða, og tá hon kom á mál segði hon at pínan hon fekk í lærið i fyrra startin á 60 m leygarmorgunin, nú píndi alla tíðina. Við tíðini 32,01 sek megnaðihon tó at skera meir enn eitt sek av sínum persónliga metið.

Vegna skaðan var avgjørt at geva avboð til longdarlop, og tí bleiv kúlustoyt síðsta greinin hjá Børku. Her legði hon varliga út við at stoyta 2,0 kg tungu kúluna út á smáðar sjey metrar. Í øðrum umfarið kom hon heilt út á 8,44 m, sum er næstan ein hálvan metur longri enn hon hevur stoytt kúluna áður. Síðsta miseydnaðist og sostatt gjørdust teir 8,44 m frá øðrum umfarið endaliga úrslitið.

Gentur 14 ár

Elin Niclasen hevði ein start í dag, tað var hennara comeback á 200 m teininum. Elin er kvik, og tí megnaði hon, hóast onga renni venjing síðsta hálva árið, at renna 30,78 sek. Tað er ongin ivi um at við nakað av rennivenjing er hon undir 30 sek á teininum.

Gentur 15 ár

Í løtuni stríðist Lý Høgnadóttir Mohr við skinnabeintsbetendilsi, og tí valdi hon at royna seg í kúlustoyti hesaferð. Hon legði út við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 6,65 m. Tekniskt sá tað gott út, men vanliga kraftin hjá Lý sást ikki. Næsta royndin var meinlík tí fyrru, og lendi kúlan 7 cm fyrr. Í síðstu royndini var valt at satsa fyri at vita um tað kundi skapa fortreytirnar fyri meir kraft, men royndin miseydnaðist. Lý endaði sostatt við 6,65 m sum sítt besta. Hetta er tað longsta Lý hevur stoytt 3 kg kúluna innandura.

Dreingir 16-17 ár

Dánjal Dahl Ljósheim, sum var fyrsti maður í eldin leygardag, var eisini síðsti maður í eldin sunnudag. Nú vóru 400 m á skránni. Hann var uppsettur uppá at vísa at 60 m og 200 m úrslitini ikki vóru eftirfarandi. Hann legði agressivt út og á hálvum teini lá hann langt niðanfyri tíðina tá hann setti sítt persónliga met. Hann helt tempo, og síðstu 50 m økti hann entá ferðina. Á máltalvuni vísti klokkan 56,51 sek, sum er góð seks sek skjótari enn hansara gamla innandura met, og fýra sek skjótari enn hann megnaði at renna sama tein  fyri hálvum árið síðani á Tórsbreyt. Úrslitið rakk til eitt broncumerki.

Kvinnur

Alda Sigurðsdóttir Lamhauge royndi seg á 200 m teininum í dag. Hon var sum altíð fokusera, og tá starturin fór, leyp hon avstað. Starturin hevur annars verði ein trupulleiki hjá henni, men miðvísa arbeiðið sær út til at hava gjørt mun. Við tíðini 27,68 sek rann hon teinin 0,35 sek skjótari enn hon gjørdi í somu kapping í 2016. Úrslitið var eisini undir kravinum til talentbólkin hjá FÍF.

Marita Káradóttir Petersen, royndi seg við 4,0 kg tungu kúluni. Marita er tíðiligvís væl fyri, tí longu í fyrstu royndini kom hon út móti sínum persónliga meti, og við nøkrum smávegis tekniskum justeringum bleiv ein hálvur metur lagdur afturat longdini, og sostatt ognaði hon sær eitt stórt persónligt met. Longsti stoyturin gjørdist 9,44 m.

Eftir kappingarnar fóru íðkararnir at “shoppa”, svimja og hugna sær á ymsan hátt inntil tað er matur á skránni seinni í kvøld. Komandi vikur ferð uppbygging til kappingarnar í summar í gongd.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.
 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *