Stórmót2017-fyrri kappingardagur

Stórmót2017-fyrri kappingardagur

Fyrri dagurin á ársins útgávu av Stórmót ÍR endaði við einari røð av persónligum metum og fleiri við so mikið stórum forbetrinum at ungu hvirlurnar fyri heiðursbræv heim við.

Gentur 13 ár

Børka Berg Jørgensen er yngsti íðkarin í Hvirlu-ferðalagnum. Hon byrjaði dagin við at renna 60 m. Hennara tilmeldingartið var 9,56 sek, men onkursvegna høvdu fyriskipararnir koyrt hana í fyrsta riðil, har tær, sum á pappírinum vóru seinastar, runnu. Børka kom væl frá start og longu eftir 10 m var hon nakað fremri enn tann næsta og hon økti allan vegin á mál. Tá teir næstu tríggir riðlarnir vóru lidnir komu boð um at Børka skuldi renna enn eina ferð. Orsøkin var at tíðtøkan ikki eydnaðist. So eftir skjótt at hava lati seg í píkaskógvarnar aftur, var hon aftur klár at renna. Eins og fyrru ferð rann hon væl skjótari enn allar hinar. Hóast minni hepnu umstøðurnar, so gjørdist tíðin 9.02 sek, sum er persónligt met við 0,54 sek. Hetta rakk til eitt samla triðjapláss í kappingini, bara 0,06 sek frá silvurmerkinum.

Gentur 14 ár

Elin Niclasen, sum hevur síni bestu úrslit við spjótinum, royndi seg við 3,0 kg kúluni. Hon arbeiðir í løtuni við at broyta teknik, og tá so er, vil tað verða ein tíð, har tað kemur ein ótryggleiki inn í teknikkin, inntil nýggi teknikkurin er stabiliseraður nóg mikið. Hesaferð vildi teknikkkurin ikki sita, tí tað fyrsta lendi uttanfyri linjuna og var tí ikki mált. Onkursvegna bleiv tað næsta kolldømt, men í triðja vísti Elin at hon hevur eina sterka kappingarpsyku, tí hon svaraði við at stoyta sítt longsta á degnum, og hesaferð bleiv tað mált. Úrslitið gjørdist 7,87 m, sum er ein flott byrjan við 3,0 kg tungu kúluni.

Gentur 15 ár

Lý Høgnadóttir Mohr, sum ikki hevur kunna vant sprint í seinastuni vegna skinnabeins betendilsi, royndi seg á 60 m. Trupulleikin við skinnabeinunum hevur givið henni møguleika at venja annað, m.a. styrki, og tað sást tá hon sum ein tann fyrsta leyp úr blokkinum. Hon dreiv væl fyrstu fetini, men tað sást at timing og rútma ikki er vant í seinastuni. Hóast tað, so kom hon á mál við tíðini 9,17 sek, sum er persónligt met við 0,53 sekundum.

Gentur 16-17 ár

Heilar fýra gentur royndu seg í hesum bólkinum. Tær eru Guðrið Káradóttir Petersen, Lydia Simonsen, Sunniva Bogadóttir og Helena Svabo Ziska. Tær byrjaðu allar dagin við 60 m, og vóru tær allar í fyrsta riðlinum. Sunniva, sum hevur spjótkast sum sína fremstu grein, kom á mál við tíðini 8,90 sek, sum er persónligt met. Lydia, sum hevur kúlustoyt sum sína fremstu grein, kom á mál við tíðini 9,32 sek, sum er persónligt met. Helena, sum hevur diskuskast sum sína fremstu grein, kom á mál við tíðini 9,72 sek, sum er persónligt met við 1,29 sek. Hon fekk heiðursbræv fyri størstu forbetring av egnum úrslitið. Guðrið, sum hevur hamarkast sum sína fremstu grein, kom á mál við tíðini 9,81 sek.

Beint eftir 60 m var kúlustoyt á skránni. Her sást aftur hvussu væl genturnar hava vant, tí allar fóru tær aftur heim við persónligum metið. Lydia hevði ov nógva ferð á í fyrstu royndini, og gjørdi tí yvirtrakk. Í næstu kom hon út á 8,98 m, sum er lítlan metur betri enn hennara gamla persónliga met. Í triða kom hon so heilt út á 9,68 m, sum rakk til eitt pláss millum tær átta sum fingu tríggjar royndir afturat. Her bøtti hon enn einaferð um sítt met, nú til 9,69 m. Guðrið kom út á 8,22 m í fyrsta umfarið og bøtti sostatt um sítt persónliga met. Hon økti bæði í øðrum og triðja, sum gjørdist hennara seinasta. Endaliga longdin gjørdist 8,76 m. Sunniva gjørdi eins og Guðrið, hon byrjaði við persónligum metið, og økti síðan í bæði øðrum og triðja umfarið. Longsta gjørdist 8,72 m. Eins og hinar bøtti Helena eisini um sítt personliga met beinan vegin. Fyrst við góðum metri, og síðan við næstan hálvum metri. Tað triðja bleiv ikki eins langt, men teir 1,59 m hon legði omaná sítt gamla met gjørdu at hon aftur fekk heiðursbræv fyri størstu forbetring. Hennara longsta gjørdist 7,54 m.

Eftir stuttan steðg var longarlop á skránni. Her vóru Helena og Sunniva til dystin fús. Her byrjaði Sunniva við at gera yvirtrakk, men í næsta ognaði hon sær eitt persónligt met við 3,48 m, og í triðja bøtti hon um metið til 3,56 m. Umvent, so byrjaði Helena við at leypa 3,48 m, sum er persónligt met, meðan tey bæði næstu lopini miseydnaðust.

Dreingir 16-17 ár

Dánjal Dahl Ljósheim, Tóki Bak Sørensen og Bárður Jóhansson royndu seg í hesum bólkinum. Fyrstur í eldin var Dánjal, sum skuldi royna seg á 800 m teininum. Her legði Dánjal hart út við at leggja seg á odda. Hann rann fyrstu 200 m uppá góð 31 sek, og næstu 200 m var tempo tað sama. Á teimum triðju fór tempo niður á 32 sek, men enn var hann innanfyri málið, men síðstu 200 m fór tempo longur niður, og tá 100 m vóru eftir fór ein framvið honum. Dánjal kempaði tó væl, og kom á mál sum nummar tvey við tíðini 2 min 8,48 sek, sum er persónligt met við meir enn 5 sekundum.

So var 60 m á skránni, og har vóru teir allir við. Dánjal rann teinin uppá 8,20 sek, sum er meir enn eitt hálvt sekund skjótari enn hansara gamla persónliga met. Bárður, sum í seinastuni verðuliga hevur uppraðfest venjingina og tískil er í ferð við at taka nøkur risafet framá, rann teinin uppá 8,39 sek, sum er nakrar  fáa 1/100 frá hansara persónliga metið, meðan Tóki rann teinin uppá 8,51 sek, sum er 0,26 sek skjótari enn hansara gamla persónliga met.

Dánjal og Bárður hildu áfram til 200 m startin har báðir vóru í sama riðli. Dánjal byrjaði í so róliga, tí síðstu 50 m heintaði hann nógvar metrar í mun til hinar. Tíðin hjá honum gjørdist 26,50 sek, sum er gott hálvt sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Bárður, sum hevði innastu geil, ið er trupul at renna á, rann teinin uppá 27,80 sek.

Tóki endaði sín dag við at royna seg í longdarlopi. Hansara fyrsta atrenning miseydnaðist, og tí gjørdi hann yvirtrakk. Tað næsta var betur, og kom hann út á 4,58 m. Tað triðja og síðsta miseydnaðist eisini, men teir 4,58 m hann leyp í øðrum umfarið vóru 77 cm longri enn hann hevði lopið innandur áður, og fyri tað fekk Tóki heiðursbræv fyri størstu forbetring.

Kvinnur

Á Stórmót ÍR eru bólkarnir G18-19 og kvinnur lagdar saman í ein bólk. Tí kappaðust Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, Marita Káradóttir Petersen og Edna Maria Debes allar sum kvinnur. Allar byrjaðu tær á 60 m teininum. Fyrst var Alda í eldinum. Alda hevur arbeitt við at justera sprint-positiónina, og er hon við at koma uppá pláss, enn hevur effektin av hesum tó ikki sligið ígjøgnum á tíðunum, men hóast hetta, so megnaði hon aftur í ár at bøta um sítt persónliga met. Hesaferð til 8,36 sek. Marita og Edna Maria hava báðar havt ein steðg frá miðvísu venjingini, men eru við at koma aftur. Hesaferð gekk tó ikki heilt hjá teimum, tí tær lógu nakað frá tí tær plaga at præstera til venjing. Tíðirnar gjørdust 8,99 sek til Maritu og 9,04 sek til Ednu Mariu. Alda megnaði at renna seg í B-finaluna. Her gekk tó ikki heils so skjótt sum innleiðandi, men tíðin 8,46 sek er avgjørt góðkend.

Edna Maria royndi seg síðan í trýstøkk. Her legði hon hart út við 9,69 m í øðrum umfarið kom hon út á 9,47 m, men so var orkan uppi, tí í næstu lopunum manglaði eyðkendi intensiteturin, og tá hann ikki er har, so kemur rútman at verða skeiv, og í trýstøkk kostar tað nógv. Síðsta lopið valdi Edna Maria at lata verða við at byrja uppá. Hon endaði sostatt á 9,69 m, sum er góðkent úrslit.

Menn

Magnus Dal-Christiansen og Tórur Mortensen royndu seg móti hinum monnunum á 60 m teininum. Fyrstu í eldin var Magnus. Hann hevur arbeitt nógv við avspenning og við at justera rennistílin annars. Magnus rann teinin uppá 7,59 sek, sum er 0,09 sek skjótari enn hann megnaði fyri einum ári síðani. So skuldi Tórur royna seg. Hann stríðist við ein skaða, og byrjaði tí í blokkinum við umvendari beinstøðu. Hetta darvaði hann nakað, men hóast tað kom hann á mál við tíðini 7,36 sek, sum er 0,01 sek frá hansara persónliga meti. Hetta rakk til eitt pláss í A-finaluni. Her rann Tórur 0,02 sek seinni.

Kristian Martin Garðalíð royndi seg aftur í ár við 7,26 kg kúluni. Í fyrsta umfari kom Kristian Martin út á 8,05 m. Í øðrum økti hann 8,36 m og í triðja megnaði hann aftur at økja um, hesaferð til 8,71 m. Síðstu trý umførini hevði hann onkra góða roynd, men hesaferð megnaði hann ikki at koma longur út, so hann endaði við teimum 8,71 m frá triðja umfarið.

Samanumtikið ein dagur, ið vísur at venjingin gevur støðug úrslit yvir alla linjuna.
Fleiri myndir eru í myndasavninum.