Stórmót2017-ferðin og venjing

Túrurin hjá teimum 16 ungur íðkarunum úr Hvirluni, sum skulu royna seg í ársins útgávur av Stórmót ÍR, byrjaði longu kl 06:50 á farðstøðini í Tórshavn. Harfrá var farið á flogvøllin har William stóð klárur at flúgva ferðalagi til Íslands. Í Reykjavík búgva hvirlurnar í íbúðum í miðbýnum.

Komin fram var fyrst fari fari ein túr at fáa sær ein bita og at “shoppa”. So var tið at fara í flottu Laugardalshøllina, har kappingin verður í vikuskiftinum, at rysta ferðina úr beinunum.

Eftir venjing fóru nøkur ein túr at svimja, meðan restin fór heim at slappa av. Løtu seinni stóð matur á borðinum. Tað var vælsmakkandi kjøtsós, ymiskt grønt og pitabreyð.

So var aftur tíð at slappa av og annars fyrireika seg mentalt til kappingarnar komandi tveir dagarnar. Byrja verður kl.10:40 leygardag, tá Dánjal skal renna 800 m og enda verður sunnudagin kl 16:50 tá Dánjal og Bárður renna 400 m.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *