Stórmót av á hesum sinnið

Nógv met í Laugardalshøllini
26.01.2014
Kapping á Tórsbreyt Sunnudagin
31.01.2014

Stórmót av á hesum sinnið

Annar dagurin av Stórmót ÍR 2014, var minni hektiskur, tí tað vóru einans 11 startir hjá Hvirluni. Úrslitini vóru tó javnt góð.

Gentur 13 ár

Helena Svabo Ziska royndi seg í kúlustoyt. Her hevði hon eina fyri hana minni góða kapping, men fekk tó stoytt 2 kg tungu kúluna út á 5,30 m.

20142026-1167

Dreingir 13 ár:

Elias Thorsteinsson var fyrstur í eldin. Tað var í 60 m forðarenning. Stutta forðarenningin er ein sera rútmisk grein, har tað at nýta trý fet millum hvørja 76,2 cm høgu forðing er fyrsta trin móti einum góðum úrslitið. Elias megnaði at halda trý stig allan vegin, og bøtti tí um sítt persónliga meti við uml 4 sekundum.

So átti Bárður tørn. Hann skuldi royn seg 200 m. Bárður rann ein vældisponeraðan túr, og skar næstan 2 sek av sínum persónliga metið. Metið hjá honum er nú 30,88 sek.

Síðsta kapping hjá teimum 13 ára gomlu dreingjunum var hæddarlop. Hetta er grein, ið Elias hevur vant væl, og tað sást. Hann var tryggur uppum 1,17 m, og so fór yvirliggjarin upp á 1,24 cm, ið er 4 cm omanfyri verðandi bólkamet. Hetta var ongin trupulleiki, eins og 129 cm var eitt spæl. So kom fyrsta royndin á 1,31 m, ið er 1 cm hægri enn persónliga metið hjá Elias. Hann fleyg tó lætt uppum. Hann steðgaði tó ikki har, tí hann kom uppum 1,35 og 1,39 m eisini. Úrtøkan gjørdist sostatt at hann bøtti um sítt persónliga met við 9 cm og bólkametið við 19 cm.

20142026-1367

Gentur 14 ár

Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge skuldi eisini royna seg á einum umgangi. Hon legði varliga út, men setti so tempo á móti endanum, og rann seg fram á fyrstapláss í riðlinum. Tíðin hjá Bjørk gjørdist 31,60 sek.

20142026-1151

Dreingir 14 ár

Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði eins og Elias við 60 m forðarenning. Forðingarnar hjá Dánjali vóru tó 84 cm høgar. Hann fekk ikki rútmuna at sita heilt, men hansara góða ferð á fløtum, gjørdi at hann kom á mál við flottu tíðini 12,15 sek.

Ein løtu seinni var 200 m á skránni. Her legði Dánjal harðari út enn hann plagar. Á hálvum teini var hann nógv fremst í riðlinum, og hóast næsti maður royndi at heinta hann í seinna svingi, so helt Dánjal og síðstu 50 m økti hann. Lønin fyri stríðið var at hann skar meir enn 1,3 sek av sínum persónliga metið. Tíðin gjørdist 29,34 sek.

20142026-1225

Gentur 15 ár

Rebecka Monja Jørgensen skuldi royna seg á tveimum umgangum. Her gjørdi hon, eins og hon hevur gjørt hvørja ferð hon fór í blokkin. Legði agressivt út, men disponeraði so mikið væl at har var orka til at halda tempo allan vegin á mál. Úrslitið gjørdist 74,22 sek, ið er 6 sek skjótari enn hon áður hevur runnið 400 m.

Rebecka royndi seg eisini í hæddarlopi, men her var byrjunarhæddin eitt vet ov høg, tí hóast Rebecka hevði tvær heilt góðar roydi, so kom hon ikki uppum.

20142026-1319

Dreingir 16-17 ár

Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim byrjaðu við trýstøkk. Her hevur Tórur ein lítlan skaða, ið ger at hann ikki fær sprinta 100%, og er han tí noyddur at seta ferðina niður í atrenningini. Trýstøkk er ein grein har tempo og rútma er altavgerðandi. Minkaða atrenningarferðin hevði tí rættuliga stóra ávirkan á lopið. Í fyrstu roydini skifti Tórur rútmu í síðstu fetunum fyri at fáa tað at passa. Lopið sjálvt var tó gott, og gjørdist longdin 11,93 m. Næstu lopini vildi tað ikki hanga saman, so hóast tey flestu vóru omanfyri gamla bólkametið, so var Tórur ikki nøgdur. Jákup hevði eina stabila kapping, har øll hansara lop vóru longri enn gamla persónliga metið. Longsta lopið var 10,18 m.

20142026-1003

Menn

Hjá monnunum var bara ein startur, tað var spjótkastarin Helgi Geyti, ið royndi seg á 106,7 cm høgu forðingunum. Upphitingin gekk væl, men tá skotið fór, broyttist timingin eitt vet, og gjørdi tað at fetini ikki passaðu til forðingina. Úrslitið var at Helgi noyddist næstan at steðga upp áðrenn fyrstu forðing. Hetta gjørdi at hann nýtti 5 fet millum fyrstu og næstu forðing og fýra fet millum hinar forðingarnar. Tá so er, er ikki hugsingur um at bøta um met. Tað var tó positivt at hann var minni enn eitt sek frá føroyska metinum.

Nú er túrurin so av á hesum sinnið. Samanumtikið hevur gingið sera væl, við forbetringum yvir alla linjuna, og í nógvum førðum hóast venjingin enn er fokusera uppá úrslit tá íðkararnir verða eldri. Nú er so at koma heim at byggja víðari á tað grund í longu liggur.

fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *