Stór undirtøka fyri kirkjurenning

Kirkjurenning jólaaftan
20.12.2009
Takk fyri í ár!
25.12.2009

Stór undirtøka fyri kirkjurenning

Hóst kavin lá um alt landið, so vóru tað fleiri enn 30 fólk, sum høvdu avgjørt at byrja jólaaftan við einum rennitúri. Serliga stuttligt var, at so nógvir menn eisini vóru við hesa ferð. Veðrið var gott, og onkur helt fyri, at nærri Várharra kom eingin í dag – heldur ikki tey, ið fóru til gudstænastu seinni.Byrjað varð á Tórsbreyt kl. 10, har tey, ið runnu longru ruturnar fylgdust oman móti Gundadali, niðan gjøgnum viðarlundina og so fram við Mariu kirkjuni, ið eisini bara verður rópt Katolikkakirkjan, og síðan fram við gomlu Katolikkakirkjuni, ið er partur av Nonnuskúlanum. Rennararnir hildu á gjøgnum býin og út móti Argja Kirkju. Tey, sum ætlaðu at renna til Kirkjubøar fóru beina leið til út eftir Velabastaðvegnum, meðan hini fóru út til Argja kirkju, áðrenn runnið var heim aftur til Vesturkirkjuna, Havnar kirkju, Adventistakirkjuna og síðan Hoyvíkar kirkju. Túrurin endaði á Tórsbreyt, har Randi stóð við heitari Ribena saft, lekrum jólabollum frá Mylnuni og ymsum øðrum leskandi til røsku rennarnar.

kirkjurenning09-0014

Seigir Kirkjubøarrennarar

Tað vóru heili ,sum høvdu sett sær fyri at renna langa teinin til Kirkjubøðar. Nøkur vóru byrjað eitt sindur fyrr og stóðu við forsýnings-bilin og tóku ímóti, áðrenn leiðin varð løgd aftur til Havnar, har tey fóru framvið somu kirkjum sum hini, áðrenn enda var á Tórsbreyt.

kirkjurenning09-0046

Tað er hugaligt at skipa fyri slíkum, tá undirtøkan er so stór, og gleða vit okkum longu til 2010, tá vit vænta enn fleiri, sum fara at byrja jólini við at røra seg.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *