Status eftir fyrra dag: 25 persónlig met í 29 startum!

Hvirlurnar væl framkomnar
21.01.2011
Tvey föroysk met annan dagin
23.01.2011

Status eftir fyrra dag: 25 persónlig met í 29 startum!

Fyrsti kappingardagur á Stórmót byrjaði longu kl. 09 tá debutantarnir Tinna skuldi royna seg í longdarlopið og Helena í “royndarbreyt”, ið er fjölkampur. Meðan Helena so, saman við 1ö íslendingum í sínum riðli royndi seg í longdarlopi, hæddarlopi, stangarlopi, kúlustoyti, spjótkasti, bóltkasti, stuttari og langari forðarenning, royndi Tinna seg í longdarlopi. Hjá Helenu gekk tað út uppá at gera sítt besta, og hjá henni gekk væl. Hon var tann einasta sum ongantíð noyddist at royna umaftur á eini hædd í hæddarlopi og harafturat leyp hon longst av gentunum ið riðlinum í longdarlopi. Tá alt var av, fingu öll hvör sítt heiðursmerkið fyri at gjögnumföra. Royndarbreytin er sostatt nakað sum ikki er ólíkt Stuttleikum, sum Hvirlan plagar at skipa fyri á Tórsbreyt.

Tinna byrjaðið dagin væl, tí í longarlopinum tí longu í fyrsta lopinum bötti hon um sítt met við tveimum cm. Hetta var tó ikki endin, tí hon ökti í bæði öðrum og triðja umfarið, so at hon endaði við at böta um sítt persónliga met við heili 26 cm, so tað nú er 3,90 m. Hon gjördist nummar 11 av teimum 39 sum lupu. Næsta greinin hjá Tinnu var 60 m, og var tað spennandi at síggja, tí at sprint er primer-greinin hjá Tinnu. Tinna var í næstskjótasta heatið, og vann hon tað stórt, men vantað var at tær sum runnu í besta riðli fóru at roynast drúgvar, tí var tað eitt sindur óvantað tey róptu á Tinnu í hátalarnum. Tað vísti seg at hon hevði megna at runnið seg til eitt triðjaplass mllum tær 48 sum luttóku. Samstundis hevði hon bött um sítt persónliga met við 24/100 sek. Seinasta greinin hjá Tinnu var 600 m, sum absolut ikki er nökur favorittur hjá sprintarnum, men hon kempaði væl, og tók onkrar í spurtinum. Tað er lítil ivi um at hon setti sítt triðja persónliga met á degnum, men enn er endaliga úrslitið ikki komi.

Marita var eisini við á Stórmót á fyrsta sinni. Hon skuldi royna seg í longarlopi, kúlustoyt og 60 m renning.  Fyrst var tað tó kúlan sum var á skránni. Í mun til uttandura, so er kúlan gjörd úr plastik og fylt við blýggjkúlum og stöv. Hetta ger at kúlan er rættuliga stór, men tað nervaði ikki Maritu. Hon legði varliga út, men ökti í bæði öðrum og triðja, so at hon endaði við at böta um sítt persónliga met við 7 cm. Næst á skránni var 60 m. Her var tað, vegna trupulleikar við knæðnum, eitt ivamál líka til startin um hon skuldi luttakað. Endaligið resultatlistin er ikki tökur enn. Seinasta greinin hjá henni var longdarlop, har hon kom við einum persónligum metið uppá 3,93 m. Tað vildi hon tó ikki latað standa, tí longu í fyrsta lopið leyp hon 3,99 m. Hetta var eisini hennara besta lop, og gjördist hon nummar 11 av teimum 46 sum royndu seg.

Tórur royndi seg fyrst í 60 m renning, har vann hann sítt heat við tíðini 9,08 sek. Tíðin hjá honum rakk til eitt ellivinta pláss av teimum 39 sum luttóku, og hjá honum var tað sum hjá hinum soleiðis at hetta var persónligt met. Í longdarlopi var byrjanin eitt sindur óheppin tí at Tórur hevði mált og testa renningarlopið í mun til avsetplankan, men tá kappingin fór í gongd vísti tað seg at avset zonan var nakað aftanfyri. Tí var fyrsta lopið yvirtrakk. Tórur kom tó aftur og leyp 3,99 m, sum er flott.

Björk valdi hesaferð at halda seg til kúlustoyt, og vísti tað seg ikki at verða so galið, tí eftir eina róliga byrjan bötti hon um sítt persónliga met við 3 kg kúluni ið öðrum umfarið, so tað nú er 7,49 m.

Hjá dreingjum 16-17 er Hvirlan væl umboða við heili níggju íðkarum. Hesir royna seg í öllum greinum uttan stangarlop og 3000m renning. Dagurin byrjaði við 60 m har sjey royndu seg. Bestu var Tummas Napoleon við 8.08 sek, meðan Rúni  nýtti 8, 11 sek, Bjarni 8,15 sek, Hallur 8,34 sek, Gwenael 8,40 sek og Steinolvur  8,46 s . Öll úrslitini eru persónlig met, og böttu teir flestu sítt met við uml. 1/2 sek.

Trygvi sum plagar at verða stinnastur á stuttu teinunum stuttu teinunum tjóðstartaði, og slapp tí ikki at royna seg. Síðan fóru Trygvi, Bjarni og Steinolvur at royna seg í longdarlopi. Her var Bjarni stinnastur tá hann bötti um sítt persónliga met við góðum hálvum metri, so tað nú er 5,19 m. Steinolvur leyp 4,39 m. Trygvi hevði besta lop í lívinum, men tíðanverri var stóratá nakrar millimetrar ov langt frammi. Tað er ongin ivi um at lopið hevði rokki til eitt heiðursmerkið um hann setti av lítlan cm longur afturi, men onki hjálpti. Hini bæðið vóru eisini yvirtrakk og tí fekk hann onki góðkent lop.

Kúlustoyt fór í gongd samstundis sum longdarlop og tí noyddust dreingirni at velja. Teir sum valdu kúluna vóru Hanus, Hallur, Rúni og Hans Hjörleivur. Hetta var kapping sum dreingirnir vóru sera spentir uppá tí á Stórmót 2010 vóru teir í aftara enda. Hesaferð vildu teir tað annaðleiðis. Hanus fördi ann, og stoytti 5 Kg kúluna heilt út á 10,22 m, sum var nóg mikið til eitt trygt triðjapláss. Hallur kom út á 8,92 m, Rúni 8,26 m og Hans Hjörleivur 6,44 m. Öll úrslitini eru persónlig met, og hjá Hans Hjörleivi var tað fyrsta kapping innan Frælsar.

Trygvi, sum hevði víst tekin um at formurin var har, var nú svangur at vísa hvat hann kann, og síðsti möguleiki á degnum kom tá 200 m var á skránni. Her var besta tíð hjá honum 25,62 sek, runnið uttandura í lítlum undanvindi. Av tí at ein 200 m umfatar tvey kröpp sving innandur móti einum meira bleytum uttandura, verður roknað við at tað er torfört at renna betur inni enn úti. Hetta nervaði tó ikki Trygva, sum legði hart út í nýggju sprintskónum og lá á odda longu eftir fyrsta sving (50 m) og ökti hann allan vegin og kom á mál útvið 5 m frammanfyri nummar tvey. Tað var tí við spenningi at bíðað var eftir síðsta heatið, men tað vísti seg at hesir vóru í so sterkir og endaði Trygvi tí samanlagt á fimta plássi. Tíðin var tó 25,13 og harvið nærum 1/2 sekund skjótari enn hann hevur runnið úti. Sera flott.

Tann síðsti sum fór í eldin hjá dreingjum 16-17 var Gwenael á 800 m teininum. Gwenael legði seg beint aftanfyri nummar 3 í byrjani og har lá hann líka til 400 m vóru farnir, tá mistók hann seg og setti spurtin inn. Hann var skjótur framvið bæði nummar trý og tvey. Tá hann so fór út á ein fyri hann óvantaðan umgang afturat lá hann næstan 40 m frammanfyri nummar trý. Síðsti umgangur vísti seg tó at verða tungur og tá 80 m vóru eftir fór ein framvið, og á sjálvari málstrikuni fór enn ein framvið, so at Gwenael misti broncuna við einans 15/100 sek. Hann vísti tó ein ögiligan vilja við at böta um sítt persónliga met við uml 11,5 sek, so tað nú er 2 min 17,41 sek!

Hjá monnum vóru tað Helgi og Össur sum royndu seg. Tó slapp Helgi at royna seg við 6 Kg kúluni og har setti hann persónligt met við 9,59 m. Á 60 m rann hann, saman við Össur móti monnunum, og kom hann á mál í tíðini 8,90 sek, sum er persónligt met. Össur setti eisini persónligt met við 7,88 sek. Össur royndi seg eisini í longarlopið á fyrsta sinnið. Hetta er grein sum hann ikki hevur vant, og sást tað aftur, tí ferðin var góð og avsetti somuleiðis, men hann fekk ikki útnytta tað nöktandi. Hann endaði tí við at leypa 5,75 m, sum rakk til eitt fjórapláss.

Dagurin endaði við at limir úr ÍR komu at vitja Hvirlurnar og hugdu eftir landsdystinum millum Ísland og Týskaland. Síðan hevur verði landsdystur millum Föroyar og Ísland höllini í kjallarnum, bæðið í hondbólti, basketball og hockey.

Fleiri myndir koma í myndasavni, og öll úrslitini síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *