Sprintarnir í topform í Svøríki

Tórur stríddist við trýstøkk
03.07.2015
Ólavsøkan hjá Hvirluni – skrúðgonga og básur, ið skal mannast
27.07.2015

Sprintarnir í topform í Svøríki

Talent bólkurin hjá FÍf er í Svøríki har tey luttaka í stóru kappingini VU-Spelen, sum er opin kapping í frælsari ítrótt, við fleiri túsund luttakarum, sum dystast í øllum teimum klassisku frælsa greinunum í eitt vikuskiftið. Í føroyska ferðalagnum eru seks ungar hvirlur við. Hesar eru: Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, Marita Káradóttir Petersen, Edna Maria Debes, Tummas Napoleon Arge, Rúni Jacobsen og Helgi Geyti. Sína millum komu fleiri góð úrslit, har tó sprintarnir allir vístu at ferðin verðuliga er við at koma upp.

Alda Sigurðsdóttir Lamhauge (’98), sum primert fokuserar uppá sprint. Hon hevur tikið seg sera nógv fram í ár, har hon serliga á 100 m hevur flutt sítt basis støði ½ sek, og eigur fleiri tiðir undir føroyska metið, men tiðanverri hevur vindurin verði ov nógvur til at metini kundu góðkennast. Á VU spelen roynir hon seg á 100 m. Ætlanin var 200 m eisini, men var hetta strika vegna skaðan í fótinum.

Alda fekk góða start, og lá millum tær fremru fyrru hálvu av teininum, men misti nakað móti endanum. Tíðin var tó flottu 13,66 sek, hóast vindurin aftur argaði, tí tað var 0,8 m/s ímóti.

Marita Káradóttir Petersen (’98), hevur áður víst seg sterka í flestu greinum hon hevur roynt, men síðsta árið hevur fokus verði á at fáa so gott úrslit sum gjørligt í HM í estetiskum fimleiki, og tí var ikki vantandi at úrslitini vóru eins góð og vit áður hava sæð. Á VU Spelen skuldi hon royna seg í longdarlopi, spjótkasti og trýstøkk.

Fyrsta stóð spjótkast á skránni. Her miseydnaðist fyrsta kasti, men valdi Marita at behalda tað (Tvs hon gjørdi ikki yvirtrakk), fyri at verða á talvuni. Næsta hálaði hon niður í, og tí markeraði tað ikki. So var bara eitt eftir, og her vísti hon at hon hevur rutinu, tí hon megnaði at kasta 32,09 m, sum er nakað frá hennara besta, men tó góðtikið.

Nakrar tímar eftir spjótkast var longdarlop a skránni. Her var hon stabil omanfyri 4 m, har tað longsta gjørdist 4,24 m.

So var trýstøkk á skránni. Her leyp hon 9,61 m, sum bara er 7 cm frá hennara persónliga metið, sum má metast at verða rættuliga gott havandi í huga manglandi lop venjingin síðsta árið.

Edna Maria Debes (’97), sum í ár hevur sett føroysk met í longdarlopi, hæddarlopi og trýstøkk, var melda til allar hesar kappingarnar. Hon lá sjúk beint áðren fráferð, og tí valdi hon at strika hædd, sum lá stutt áðrenn longd, tí ivasamt var um orka var til meir enn eina kapping so stutt eftir sjúkuna.

Hon kendi til manglandi orku í beinunum, men megnaði tó at leypa 4,50 m, sum er hennara næstbesta úrslit í longdarlopi.

Trýstøkk, hevur í ár víst seg at verði besta grein hjá Ednu Mariu. Í kappingini legði hon út við at leypa 9,68 m. Næsta lopið var nakrar sentimetrar styttri. Hon kendi ikki at hon fekk kraft í avsetti, og um tað er nakað, ið hevur týdning í trýstøkk, so er tað at kraft skal í øll trý avsettini. Hon royndi í tí triðja, men hetta var ikki dagurin har tað riggaði, so tað fyrsta endaði við at verða tað longsta. Hon venur tó væl, og har er ongin ivi um at har er meir ávegis.

Helgi Geyti, ‘93 venur mest spjót, har tað tekniska er batna nógv í vetur. Tíðanverri stríðist hann við ein ryggskaða í løtuni, og tí var tað ivasamt um hann kundi kasta í Gøteborg. Hann gjørdi tó eina roynd, men tað bleiv bara til tað eina kasta, áðren hann valdi at steðga. Hetta bleiv mált til 40,10 m.

Tummas Napoleon Arge, ‘95, hevði eitt minni væleydnað 2014, men valdi at býta tennirnar saman og arbeiða víðari, og tað hevur hann fingið løn fyri, tí hann hevur hækka støði hjá sær munandi í ár.

Fyrsta greinin hjá Tummas Napoleon var 100 m. Her fekk hann ein minni góðan start, og metti sjálvur at hann ikki fekk rætta “flog” í renningina. Hóast hetta, so bøtti hann munandi um sítt persónliga met, so tað nú er 11,59 sek.

Onnur greinin var 200 m, og aftur argaði starturin, og eins og á 100 m, so var ikki rætta lætta flog yvir beinunum. Tummas Napoleon kom tó á mál við tíðini 23,80 sek, sum er tað skjótasta hann hevur runnið teinin.

Rúni Jacobsen, ’94 hevur stríðst við eina røð av fibur-skaðum, men nú sær út til at venjingar-doseringin er tann rætta, tí hann hevur verði skaðafriður alt 2015, og sæst hetta aftur á úrslitunum. Á VU Spelenskal hann royna seg á 100 m og 200 m.

Fyrst á skránni var 100 m. Her fekk Rúni ein góðan start, men spenti nakað upp móti endanum og misti tí í mun til hinar. Tíðin gjørdist tó 11,48 sek við bara 0,2 m/s av undanvindi. Tíðin er stórt persónligt met.

Seinna greinin var 200 m, har spenningur var um Rúni hevði nóg mikið at sprint-kilometrum í beinunu til at halda á mál. Tað vísti hann at tað vóru, tí hann kom á mál sum nr. 2 í sínum riðli (bláður á myndini ovast), og tíðin var 23,11 sek við 0,6 m/s undanvindi. Man skal 14 ár aftur til somu kapping fyri at finna ein føroying sum hevur runnið skjótari. Tað var tá Heini Hátún setti verðandi føroyska met, sum er 23,00 s. Nevnast kann at 23,11 sek hevði rokki til eitt pláss millum teir seks, sum komu í finaluna á Jersey.

Røsku íðkararnir koma heim mánadagin, og tá verður fari í gongd við at venja aftur, tí enn er seinna helvt at kappingarárinum at síggja fram til.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *