Sprint venjing á høgum støði

Strævið at venja “styrki-renning”
11.03.2013
Tilmelding til summarfrælsar
18.03.2013

Sprint venjing á høgum støði

Síðsti dagurin í Væxjø í hesum umganginum byrjaði við venjing kl. 8:30, har sprintarnir og leyparnir vandu saman við íðkarum, ið ganga á frælsa-linjuni á studentaskúlanum í Væxjø.  Nógv ymisk øvilsir vóru á skránni áðrenn sprint-úthaldinheit, og so var enda við specialstyrki. Hetta var stak góð venjing, har øll fingu góð ráð um hvussu effektiviteturin í einstaka fetinum og harvið ferðin kann økjast. Venjarnir á staðnum vóru á einum málið um at hvirlurnar vóru óvanliga lættar at rætta uppá. Tað er ikki vanligt at íðkarar í hasum aldrinum eru so móttakiligir fyri broytingum. Orsøkin er uttan iva fjølbroytta grundvenjingin, ið íðkararnir hava fingið í beinini frá byrjan.

Kastarnir vandu specifikka kast-koordinatión. Her var fokus á at fáa eina stóra volumen av kvalitetsvenjing uppá stutta tíð. Hetta er krevjandi bæði fysiskt og mentalt.

Nú verður so slappa av áðrenn farast skal aftur til Føroyar umvegis Kastrup.Tað hevur verði ein stak gevandi túrur, har góðu venjarnir og góðu umstøðurnar saman við stóra blíðskapinum hevur gjørt at øll hava fingið nógva gleði burturúr, bæði ítróttarliga og persónliga.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *