Sprint, Lop og Kast (ung)

Bottnarydkastet
10.07.2008
Hvirluvindar í kapping
17.07.2008

Sprint, Lop og Kast (ung)

Sum eina roynd verður í summar skipa fyri einum skeið í frælsum fyri ung. Her er málbólkurin ung sum gjarna vilja royna seg innan ymsu greinarnar uttan at skula velja ella frávelja nakað sum ein kanska ongantíð hevur roynt áður.

Venjingin ferð fram mikudagar kl 18-19 í juli og 18.30 – 19.30 í august og fyrst í septembur. Venjingin skiftur millum kastivøllin við Eysturskúlan og Frælsið. Tá summarskráðin er liðug hava tey, sum hava verði við hvørja ferð roynt allar greinar tríggjar ferðir, og kunna tí, tá veturin nærkast byrja at hugsa um hvørja grein ella greinar tey helst vilja fokusera uppá. Venjingi verður skipa á tann hátt at um nógv møta, so verður deilt upp í bólkar, sum so skiftast millum ymsu greinarnar. Ein venjari verður við hvørjum bólkið.

Venjara eru Randi Kúrberg, Rógvi Højgaard og Heri Ziska.  Um nakar hevur spurningar kunna tey seta seg í samband við venjarnar.

Skráðin í summar er:

Dato Stað grein 1 grein 2 grein 3 grein 4
2/7 Kastibanin Diskuskast Hamarkast Medisinbóltvenjing  
9/7 Frælsið Longdarlop Spjótkast Lopseriur Sprint
23/7 Frælsið Spjótkast Trýstøkk Lopseriur Sprint
30/7 Kastibanin Kúlustoyt Hamarkast Medisinbóltvenjing  
6/8 Tórsbreyt* Longdarlop Diskuskast Kúlustoyt Sprint
13/8 Tórsbreyt* Hæddarlop Spjótkast Medisinbóltvenjing Hækk
20/8 Tórsbreyt* Trýstøkk Kúlustoyt Hæddarlop Sprint
27/8 Tórsbreyt* Longdarlop Hamarkast Medisinbóltvenjing Hækk
3/9 Tórsbreyt* Hæddarlop Diskuskast Trýstøkk Sprint

*venjing á Tórsbreyt er treyta av at øki er klárt til nýtslu, harafturat er skráðin løgd eftir at nevndu greinar kunna venjast. Um ikki, so verður skráðin justera til at umfatað tað sum ein kann venja á staðnum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *