Spjótkastarnir í hopla

Hóast besti spjótkastari Føroyar hava átt er skaddur í løtuni, so sær framtíðin ljós út, tí heilar tríggjar hvirlur kastaðu longri enn talenkravið í kapping á Tórsbreyt 26. apríl.

60 m hæk

Fyrsta grein á degnum var 60 m rimarenning, har Børka Berg Jørgensen (G13) var einsamall á startinum. Børka er skjót, og hevur tí ikki trupulleikar við at halda rútmuna millum rimarar, og góða grundvenjingin ger at hon dugir at renna um 76,2 cm høgu rimarnar. Tíðin hjá Børku gjørdist 11,49 sek.

Spjótkast

So var spjótkast á skránni, og her var Sunniva Bogadóttir, Elin Niclasen, Helena Svabo Ziska og Børka Berg Jørgensen við. Longu í fyrst umfarið kastaði Sunniva (G16) 500 g tunga spótið út á 33,35 m, sum er næstan ein metur longri enn hennara persónliga met í øðrum økti hon til 33,54 m. Síðstu fýra umførini arbeiddi hon við tekniskum elementum. Hetta gjørdi at kastini vóru betur tekniskt, men tempo fór niður, og tí kom hon ikki longri út hesa ferð.

Helena (G16) kastaði stabilt um teir 20 m. Sum so ofta hjá Helenu, so kom tað longsta í síðsta umfarið. Tað bleiv mált til 20,72 m.

Elin (G14), hevur arbeitt nógv við at broyta teknikkin, og er nýggi teknikkurin spakuliga við at seta seg. Í øðrum umfari kastaði hon 500 g tunga spjótið út á 27, 90 m, sum er góðan metur longri enn hon hevur kasta áður. Hon steðgaði tó ikki har, tí í fimta umfarið legði hon 2 m afturat omaná sítt persónliga met við at kasta 29,77 m. Hetta gjørdist hennara longsta hesaferð.

Børka (G13) kastaði 400 g tunga spjótið út á 25,40 m í triðja umfarið, og gjørdist hetta hennara longsta. At spjótkastarnir hjá Rógva eru væl fyri sæst kanska best við at Sunniva, Elin og Børka allar kastaðu longri enn kravið til talentbólkin hjá FÍF.

100 m

Hjá kvinnum vóru tað tveir riðlar á 100 m og her var Hvirlan umboða í báðum. Í fyrra riðlinum var Alda Sigurðsdóttir Lamhauge (G19), sum fyri 14 døgum síðan kom undir oyggjaleikakravið. Alda kom væl úr blokkinum, men eyðkenda drivið fyrstu metrarnar sat ikki heilt, og tí megnaði hon ikki at koma upp í ferð sum hon plagar. Hon rann tó teinin uppá 13,44 sek, sum er ein av hennara skjótastu tíðum.

Í øðrum riðli royndi Sjøfn Gudmundsdóttir (G17) seg. Sjøfn er nýliga byrja at venja í hvirluni. Hon tekur seg skjótt fram. Hon fekk ein góðan start, og rann væl allan vegin, har klokkan segði 14,32 sek.

800 m

Dánjal Dahl Ljósheim (D17), hevur tikið seg nógv fram í vetur, og tí var sæð fram til 800 m, men nógvi vindurin og tað at ongin annar á hansara støði var við, gjørdu at tað fór at verða møtimikið at renna eina góða tíð. Hann legði í so varliga út, og legði teir fyrstu 200 m afturum uppá 34 sek. Hann helt eitt stabilt tempo allan vegin, og gjørdist tíðin tí 2 min 12,69 sek, sum er tvey sek skjótari enn hann hevur runnið teinin uttandura áður.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *