Spjótini flugu langt á Tórsbreyt

Góð úrslit í fyrstu opnu kappingini í 2012
05.04.2012
Tilmelding mánadagin
14.04.2012

Spjótini flugu langt á Tórsbreyt

Í seinnu opnu páskakappingin, sum Hvirlan skipaði fyri, var møguleiki fyri at royna seg í spjótkasti og longdarlopi. Serliga spjótkast gav nógv góð úrslit, meðan longdarlopið ikki heilt var á sama støði hesaferð. Kanska var tað bíðitíðin í kuldanum sum gjørdi munin.

Spjótkast er tíðiligvís ein populer grein, tí har vóru heili 14 luttakarar, níggju mans og fimm kvinnur. Yngsti luttakarin var 10 ár, meðan tann elsti var  35 ár. Í yngsta bólkinum vóru tað Helena og Elias sum royndu seg. Fyri bæði var tað fyrsta kapping við 400 g spjótinum. Helena kastaði 9,80 m, meðan spjótini hjá Elias lendu við skeiva endanum fyrst og tí blivu tey ikki máld. Longdirnar vóru tó, har so tað skulu bara smájusteringar til áðren hann fær eitt flott úrslit. Tinna var einsamøll í bólkinum 12-13 ár. Hon kastaði 400 g spjótið út á 18,90 m, sum er góðar 3 metrar longur enn hon hevur megna áður.

Í bólkinum 14-15 ár vóru tað tvær gentur (Marita og Edna Maria) og trýggir dreingir (Steingrímur, Tóri og Tórur).  Marita betraði í síni fyrstu kapping við 600 g spjótinum, bólkametið við meir enn trimum metrum til 27,67 m. Tað er eitt úrslit, sum hevði givið 13 ára gomlu Maritu silvurmerkið í FM hjá teimum vaksnu í 2011. Edna Maria bøtti seg við næstan fimm metrum til 20,61 m. Hjá dreingjunum hevði Steingrímur úr Bragdinum trupult við at fáa renningarlopi at passa, so tey fyrstu kastini blivu ikki máld, hóast tey vóru stak lang. Hansara longsta bleiv mált til 34,37 m, men har er nógv at heinta. Tóri, sum ikki hevur vant stórvegis siðstu árini kastaði 33,64 m, ið er persónligt met, meðan Tórur, í síni fyrstu kapping við 600 g spjótinum kastaði 20,60 m. Bjørk var einsamøll í bólkinum G16-17. Hon kastaði 19,91 m.

Hjá unglingum 18-19 ár vóru tað brøðurnir Helgi og Steinolvur sum royndu seg. Helgi, ið var skaddur alt síðsta kappingar ár vísti at hann er við at koma á lagi aftur. Hann kastaði 800 g spjótið heilt út á 43,33 m, ið er uml. 3½ m longur enn metið hann setti í 2009. Steinolvur kastaði 34,57 m, ið er ein betran av hansara persónliga metið við góðum tveimum metrum. Tað var einans ein kvinna við í kappingini. Tað var føroyameistarin Sólja, sum kastaði 27,70 m, ið er umleið tað sama sum tá hon vann FM í 2011. Hjá monnunum royndu Rógvi og Heini seg. Rógvi, ið hevur arbeitt við at lagt teknikkin um í vetur fekk staðfest formin, tí at hann kastaði 51,27 m í øðrum umfarið. Kasti var ikki serliga væleydna tekniskt, men hann valdi so at steðga tí at hann føldi eitt strekk í lyskuni. Heini kastaði 48,10 m, somuleiðis í øðrum umfarið, og steðgaði eisini.

Úrslit:

Bólkur Reiðskapur Íðkari árg. Felag úrslit  
G10-11 400 g Helena Svabo Ziska 2001 Hvirlan 9,80 m PM
D10-11 Elias Torssteinsson 2001 Hvirlan NM  
G12-13 Tinna Berg Jørgensen 1999 Hvirlan 18,90 m PM
G14-15 600 g Marita K. Petersen 1998 Hvirlan 27,67 m BM/PM
Edna Maria Debes 1997 Hvirlan 20,61 m PM
D14-15 –  Steingrímur Hallson 1997 Bragdið 34,37 m PM
Tóri Nielsen 1997 Hvirlan 33,64 m PM
 – Tórur Mortensen 1998 Hvirlan 20,60 m PM
G16-17 Bjørk R. Svabo 1996 Hvirlan 19,91 m  
D18-19 800 g Helgi Geyti 1993 Hvirlan 43,33 m PM
Steinolvur Geyti 1994 Hvirlan 34,57 m PM
K 600 g Sólja F. Jóanisdóttir 1981 Hvirlan 27,70 m  
M 800 g Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 51,27 m  
Heini H. Joensen 1977 Hvirlan 48,10 m  

BM: Bólkamet, PM: Persónligt met, NM: onki mált

Tá spjótkast var liðugt var fari beint til longdarlop. Har sluppu kvinnurnar fyrst at royna seg. Tær báðar yngstu Helena (G10-11) og Tinna (G12-13) lupu við zonu, tvs at mált var harfrá tær lupu, í mun til hjá teimum eldru, har mált verður frá plankanum óðansæð hvussu langt aftanfyri lopið verður. Helena leyp 2,74 m, meðan Tinna hevði eina javna seriu, har tað longsta lopi bleiv mált til 4,23 m. Marita og Edna Maria lupu í bólkinum G14-15. Marita leyp 4,27 m, ið er longur enn gamla bólkametið. Edna Maria, ið hevði trupulleikar við at fáa renningarlopi at passa til plankan, leyp 3,85 m.

 

Hjá monnunum royndu seks leyparar seg. Elias vísti stórform tá hann bøtti sítt met við 29 cm til 3,72 m. Fimm av teimum seks lopunum vóru omanfyri gamla metið hjá honum. Lopi hjá Elias er 10 cm longri enn gamla bólkametið.  Dánjal leyp 3,38 m. Tórur og Jákup royndu seg í bólkinum D14-15. Tórur hevði ein fyri hann minni góðan dag, tá hann leyp 4,51 m í síðsta umfarið. Jákup leyp 3,70 m. Teir elstu sum vóru við í hesi grein vóru Trygvi og Steinolvur (D18-19). Trygvi hevði trupulleikar við renningarlopinum, og fekk tí einans tvey góðkend lop. Tað longra var 5,58 m. Steinolvur leyp 4,64 m.

Bólkur Íðkari árg. Felag úrslit vindur  
G10-11 Helena Svabo Ziska 2001 Hvirlan 2,73 m 0,0 m/s  
D10-11 Elias Torsteinsson 2001 Hvirlan 3,72 m -1,0 m/s BM/PM
G12-13 Tinna Berg Jørgensen 1999 Hvirlan 4,23 m +0,3 m/s  
D12-13 Dánjal D. Ljósheim  2000 Hvirlan 3,38 m -0,2 m/s  
G14-15 Marita K. Petersen 1998 Hvirlan 4,27 m 0,0 m/s BM
Edna Maria Debes 1997 Hvirlan 3,85 m -0,3 m/s  
D14-15 Tórur Mortensen 1998 Hvirlan 4,51 m 0,0 m/s  
Jákup D. Ljósheim 1998 Hvirlan 3,70 m 0,0 m/s  
D18-19 Trygvi Laksáfoss 1994 Hvirlan 5,58 m +0,4 m/s  
Steinolvur Geyti 1994 Hvirlan 4,64 m +0,4 m/s  

MB: Bólkamet, PM: persónligt met.

Fleiri myndir eru í myndasavninum. Úrslitalistar síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *