Spennandi dagur í Reykjavík

Tórur føroyskt met á 60 m; tvær ferðir
20.01.2018
Fleiri góð úrslit annan dagin á Stórmót ÍR
21.01.2018

Spennandi dagur í Reykjavík

Stórmót ÍR var, sum vant fyriskipa í flottu frælsa-høllini “Laugardalshøllin”. Har er møguleiki fyri at venja allar greinar, og at kappast í øllum innandura greinum. Hvirlurnar, vóru sum vant við í nærum øllum greinabólkum. Fyrra dagin var tað 60 m, 200 m, longdarlop, kúlustoyt og trýstøkk. Eitt, sum er hugaligt er hvussu væl Hvirlan er umboðað í elsta bólki, tí tað tíður uppá at Hvirlan er eitt gott stað at verða 😊

Á úrslitunum sást eisini at ungu íðkararnir eru raskir, tí har fullu nógv persónligt met, og har komu enntá tvey føroysk met á stytsta sprint-teininum.

Gentur 11 ár

Beinta Debes royndi seg á fyrst í kúlustoyt, har 2 kg tungu innandura kúlurnar skuldu nýtast. Munurin kúlurnar, sum verða nýttar inni og úti, er at innandura kúlur eru gjørdar at hørðum plastik, sum er fylt við eini blanding av sand og blýggj høglum. Hetta ger at kúlurnar eru eitt sindur størri enn stoyptu stálkúlurnar, sum nýttar verða úti. Kappingin var skipa á tann hátt at Beinta fekk tríggjar royndir, og so mátaðu tey tað longstu. Besta hjá Beintu gjørdist 5,69 m, sum er væl longri enn hon hevur klára uttandura.

Eftir kúlustoyt var longdarlop á skránni. Her vóru nógvu genturnar deildar í tveir bólkar, sum lupu í hvør sína gryvju. Tað var tó enn væl longri pausa millum lopini enn man er vanur við á Tórsbreyt. Longsta lopið hjá Beintu var 2,61 m.

Dreingir 11 ár

Aron Mikkelsen byrjaði dagin við at renna 60 m. Har var Aron í uttastu geil. Hann kom væl avstað, og rann væl allan vegin. Á mál segði tíðin 11,61 sek.

So var kúlustoyt á skránni. Eins og hjá gentunum, so fekk Aron tríggjar royndir í trekk, og so var tað longsta mált. Her segði mátibandið 5,43 m.

Aron endaði sína luttøku á Stórmór ÍR við at leypa longdarlop. Her legði Aron varðliga út við at leypa 2,38 m, hann leyp 3 cm styttri í næsta lopið, men í triðja kom hann heilt út á 2,57 m.

Dreingir 12 ár

Benjamin Mikkelsen skuldi eins og Aron royna eg í trimum greinum. Hann byrjaði dagin við at royna seg á fyrsta sinnið við 3 kg tungu kúluni. Longu í fyrstu royndini kom hann longur út við 3 kg kúluni enn hann áður hevur megna við 2 kg kúluni. Næsta royndin var enn betur. Hon bleiv máta til 4,34 m, sum gjørdist hansara besta á degnum.

Eftir kúlustoyt var 60 m á skránni. Hetta var fyrstu ferð Benjamin royndi seg á hesum teininum. Hann var, eins og bróðurin, á geil átta. Hann rann teinin uppá 14,18 sek.

Síðsta greinin var longdarlop, men her hendi ein feilur frá fyriskiparunum, tí teir valdu at broyta kappingina soleiðis at leypast skuldi frá planka, har reglarnir sigar at leypast skal frá zonu. Hetta gjørdi at leypast skuldi rættuliga langt frá gryvjini, og tískil endaði tað við at Benjamin, saman við tveimum ørðum, ikki fekk nakað lop góðkent.

Gentur 14 ár

Børka Berg Jørgensen skuldi í gongd longu 10:40 fyrrapart, har 60 m var á skránni. Arbeitt hevur verði við at justera renni-teknikkin hjá Børku, fyri at kunna bróta ígjøgnum til tær heilt góðu tíðirnar. Hetta er við koma, men enn er nýggji rennistílurin ikki nóg væl festur og tí er Børka enn eitt sindur uppspent tá hon rennur. Hon var í riðli eitt, har hon rann tíðina 9,09 sek, sum er nærum líka skjótt, sum áðrenn vit byrjaðu at broyta rennistíl. Hetta rakk til eitt sætta pláss í sterku kappingini. Har er ongin ivi um at tá nýggi stílurin er so mikið festur at hon ikki spennur upp, so fara tíðirnar at síggja rættuliga áhugaverdar út.

Gentur 16-17 ár

Helena Svabo Ziska og Lydia Poulsa Simonsen eru báðar partur av kasti-bólkinu, sum hevur fingið stuðul frá Úrval. Lydia, sum kúlustoytari og Helena sum diskuskastari. Í dag var tað kúlustoyt sum var á skrá. Her hevði Lydia stórar trupulleikar við at fáa tað at rigga. Hóast hetta, so megnaði hon í tveimum umførðum at bøta um tað hon megnaði síðstu ferð hon royndi seg innandura. Hon var tó ikki nøgd, og vísti í síðsta hvussu mentalt sterk hon er, tí hon legði nærum 1½ m omaná sítt besta, og kom harvið heilt upp á eitt flott fjórða pláss í sterku kappingini.

Helena byrjaði við at bøta um sítt persónliga met við 40 cm. Næsta var nakrar centimetrar styttri, men í triðja umfarið kom hon á fyrsta sinnið útum 8 m strikuna við kúluni. Kasti bleiv mált til 8,16 m, so í alt bøtti hon um sítt persónliga met við 62 cm.

Dreingir 16-17 ár

Bárður Jóhansson royndi seg fyrst á 60 m. Her var hann í fyrsta riðli. Hann var í so seinur úr blokkinum, men so kom ferð á, og tá hann kom á mál segði klokkan 8,23 sek, sum er væl skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Bara tveir tímar eftir at hann kom á mál, skuldi hann aftur í blokkin. Hesaferð á 200 m. Venjingin hjá Bárður hevur verði fokusera uppá rennistíl, og at økja um toppferðina, og tí var tað ikki vantandi at hann skuldi renna sítt besta á 200 m, men Báður vildi nakað annað, tí hann rann eitt heilt sekund skjótari enn í 2018. Tíðin gjørdist 26,89 sek.

Kvinnur

Heilar tríggjar hvirlur stóðu á startinum tá kvinnurnar skuldu royna seg á 60 m. Fyrst vóru tað Edna Maria Debes og Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, sum blivu skotnar í gongd. Her var Alda skjót avstað, men nýggi starturin, arbeitt hevur verði við, hevur enn ikki sett seg. Hon vísti tó at hon er skjót, tí á málinum segði tíðin 8,29 sek, sum er væl skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Edna Maria, sum er við at arbeiða seg upp aftur eftir ein steðg, vísti at hon kann enn. Tí hon rann teini uppá 8,98 sek. Sjøfn Guðmundsdóttir royndi seg á fyrsta sinnið í Reykjavík. Hon hevur stríðst við skaða, men hann er við at sleppa, og tað sær út til at Sjøfn er komin væl gjøgnum skaðan, tí hon rann teinin uppá flott 9,00 sek.

Alda hevði tryggja sær, annað árið á rað, eitt pláss í B-finluni hjá kvinnum. Stak flott havandi í huga hvussu sterkir íslendingar eru í sprint. Eins og innleiðandi, so vildi nýggji starturin ikki sita, men hóast hetta so var tíðin aftur undir gamla persónliga metið. Tíðin gjørdist 8,31 sek. Har er lítil ivi í at um starturin situr, so vil føroyska metið verða alvárliga hótt.

Síðsta kapping hjá kvinnunum var trýstøkk, og her var Edna Maria við. Edna Maria hevur tó stríðst við skinnabeinsbruna, og tí var avgjørt at testa um beinini vóru klár til so krevjandi grein. Her sást beinan vegin, at so var ikki, og tí var valt at steðga.

Menn

Eins og hjá kvinnunum stóðu heilar tríggjar Hvirlur klárar tá 60 m var skotin í gongd. Fyrst skuldu Magnus Dal-Christiansen og Tórur Mortensen royna seg. Her var báðir skjótir úr blokkinum, men Tórur tyktist økja allan vegin, og kom á mál sum fyrsti maður. Tíðin segði 7,14 sek, og harvið var eitt av elstu føroysku metunum strika. Magnus, sum ivaðist í um hann skuldi renna vegna ávaring í knæðnum, kom á mál við tíðini 7,51 sek, sum bara er 0,02 sek frá hansara persónliga metið. So var tað Dánjal Dahl Ljósheim sum skuldi royna seg. Hann renni mest miðtein, men er gott at kanna hvussu er við ferðini. Hann rann teinin uppá 7,96 sek, sum er 0,24 sek skjótari enn persónliga metið hann setti í 2017.

Magnus og Tórur runnu seg í ávikavist B- og A-finaluna. Magnus gav avboð vegna knæðið, men Tórur var til dystin fús. Ein lítil justering av startinum tyktist rigga stak væl, tí hann var heilt frammi við teimum fremstu eftir fyrstu fetini. Tað gjørdist sera tætt á málinum, har málfoto vísti at Tórur gjørdist nummar tvey, bara 0,02 sek aftanfyri vinnaran. Tíðin gjørdist 7,09 sek, og harvið slapp føroyska metið hann setti innleiðandi bara at standa í ein góðan tíma.

Tórur endaði dagin við trýstøkk. Hetta var fyrsta kapping eftir eitt ár, har nógvir skaðar hava darva. Hetta hevur gjørt at timing í avsettunum, og harvið tryggleikin í tí tekniska, sum er ein fortreyt fyri at kunna satsa 100%, var farin. Málið var at upparbeiða hetta í leypið av vetrinum, og allar testir hava víst framgongd. Einasta undantak er trýstøkk við fullari atrenning, tí veturin hevur veturin higartil bara givið møguleika fyri góðari venjing í eina góða viku tilsamans, og tað er ikki nóg mikið til at fáa teknikkin at sita. Tað sást beinan vegin at Tórur hevði fysikkin, men hesaferð vildi timing og teknikkur ikki. Endin var at hann onki lop fullførdi. Nú verður so farið heim at arbeiða víðari, vónandi verða nakrir góðir dagar, so vit fáa arbeitt við teknikkinum áðrenn summarið kemur.

Samanumtikið ein góður dagur, og gleða vit okkum til sunnudagin, har 60 m hæk, 200 m, 800 m og longdarlop er á skránni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *