Sólirnar hjá Hvirluni :-)

Hvirlan í ÍSF
21.05.2008
Hvirlan skipar fyri kastikapping, sunnudagin 1. juni
29.05.2008

Sólirnar hjá Hvirluni :-)

Enn ein hvirluvindavenjing í góðveðri. Hesa ferð vóru “vindarnir” á kastivøllinum við Eysturskúlan og royndu seg við kasti-, renni- og lopvenjing. Endamálið við stórum pørtum av venjingini miðaði móti samskipan og samstarvi, soleiðis at vit viðhvørt eisini arbeiddu 2 og 2 saman.

 

Vit løgdu fyri við at spæla “Familjan fer útferð”, og nú dugdu fólk betur at minnast, hvør mann var, og nær mann skuldi drøna avstað. Nokk so stuttligt! Vit endaðu øll í felag á eini breyt, sum hjálpararnir høvdu bygt eftir tekning frá Randi. Vit gingu á garðinum – fleiri kláraðu tað uttan at verða leidd, klatraðu millum rimar á garðinum, lupu, gingu stein av steini uttan at snáva, runnu við risafetum og hoppaðu band. Randi legði til merkis, hvussu nógv summi høvdu tikið seg fram við hoppibandinum og gleddist um menningina. Hon var faktiskt eitt sindur erpin av børnunum, ið duga so ótrúliga væl at vera saman og um hvør annan.

At enda fingu øll hvør sína hvirluvindablusu, sum vit hava bíðað eftir so leingi, so nú eru vit eitt ordiligt lið. Nú fara fólk at kenna okkum aftur, um vit luttaka í rennikappingum o.l. Vit endaðu við at taka felagsmynd og gleða okkum til frælsar í Sandágerði komandi mikudag.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *