Sólin skein á flott úrslit á Tórsbreyt

Frælsar tá tær eru best
11.05.2013
Hvirlulið vann silvur í boðrenning
19.05.2013

Sólin skein á flott úrslit á Tórsbreyt

Síðsti kappingardagurin hetta vikuskiftið endaði við fleiri bólkametum og krøvum til talentbólkin.

Dagurin byrjaði við diskuskasti, har fimm luttakarar royndu seg, allur úr Hvirluni. Hallur Simonsen, royndi seg á fyrsta sinnið við 1,75 kg diskinum. Hansara longsta kast var 41,42 m, ið er góðan metur longri enn hann kastaði 1,5 kg diskin í fjør. Kastið er goðar 10 m longri enn gamla bólkametið. Eisini er longdin góðar tveir metur longri enn fremsti á danska ranglistanum. Jákup Dahl Ljósheim bøtti um sítt einans eina viku gamla met við 3 metrum so tað nú er 20,42 m. Eins og bróðurin, so bøtti Dánjal Dahl Ljósheim um sítt eina viku gamla persónliga met. Hesaferð tók hann tó bólkametið eisini, so tað nú er 18,57 m. Guðrið Káradóttir Petersen, ið var einasta genta í ringinum í dag, kastaði 750 g tunga diskin út á 15,92 m, ið er persónligt met.

Næsta greinin var trýstøkk. Her vann Steingrímur Hallson (Bragdið) við 11,64 m. Tórur Mortensen (Hvirlan) leyp longu í fyrsta umfarið út á 11,29 m, ið er hansara longsta lop, og longri enn A-kravið til talentbólkin. Tíðanverri var vindurin ov nógvur til at úrslitið kundi góðkennast. Í næsta lopið kom hann aftur útum 11 m strikuna og hesaferð var vindurin niðanfyri mest loyvda 2,o m/s undan, og sostatt hevði Tórur, triðja árið á rað klára A-kravið til talentbólkin, og tók hann bólkametið (d13) í sama viðfangi. Dánjal Dahl Ljósheim leyp 8,73 m, ið er væl longri enn hann hevur lopið áður, men tíðanverri vóru vindurin ov nógvur í øllum hansara lopum. Elias Tórsteinsson bøtti um bólkametið (d12) til 8,63 m. Hjá gentunum leyp Margi Weihe Fríðmundsdóttir (Bragdið) 9,94 m, meðan Karin Holm Simonsen (Bragdið) leyp 9,29 m. Guðrið Káradóttir Petersen (Hvirlan) leyp 7,28 m, ið er persónligt met.

Hamarkast var seinna kastigreinin á degnum, og sum so ofta áður tá hamarin er á skránni var einans Hvirlan umboðað. Her royndi Helgi Geyti seg við 7,25 kg hamarnum. Hann kom út á 30,51 m, ið er 6 m longri enn hann áður hevur kasta henda hamaran. Úrslitið er eisini bólkamet (D20). Fýra mans royndu seg við 6 kg hamrinum. Hallur Simonsen bøtt um bólkametið (d18) tá hann í øðrum umfarið kom út á 34,50 m. Tróndur Arge kastaði hamaran út á 25,40 m, ið er persónligt met. Hanus Bergsson og Steinolvur ognaðu sær persónlig met við ávikavist 23,87 m og 23,50 m.

Tá teknisku greinarnar vóru av byrjaði renningin. 300 m var á skránni. Hjá gentunum vóru átta luttakarar, og tí vóru tveir riðlar. Úrslitið gjørdist at Margit Weihe Fríðmundsdóttir (Bragdið) kom á mál við tíðini, 47,28 sek, ið er undir kravtíðina til talentbólkin hjá FÍF. Tinna Berg Jørgensen (Hvirlan), ið hevur verði partur av talentbólkinum seinnu árini, kláraði A-kravið við tíðini 47,75 s.  Elisabeth Holm Simonsen kláraði eisini A-kravið 48.00 sek. Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge kom undir B-kravið við tíðini 49,21 sek. Hjá dreingjunum kom Regin Joensen (Bragdið) á mál, sum tryggur vinnari við tíðini 38,41 sek, frammanfyri Teitur Bjarnastein (Bragdið). Dánjal Dahl Ljóseheim bøtti um sítt persónliga met við góðum tveimum sekundum til 48,15 sek.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *