So nærkast Jatnatøk!

Kvinna úr Grønlandi og maður úr USA vunnu NATLOC 2012
Triðja Hvirlan klár til Bermuda

So nærkast Jatnatøk!

Leygardagin 4. august verða Jatnatøk á Tórsbreyt. Hetta er úrvalskapping, sum Hvirlan skipar fyri á triðja sinni, og eins og undanfarin ár eru fólk komin úr útlondum at kappast. Í ár eru luttakarar úr Svøríki, Íslandi og Danmark.

Kappast verður í fylgjandi greinum:

  • 80 m: 12-13 ár (d/g).
  • 100 m: 14-15 ár (d/g), 16-17 ár (d/g) og m/k.
  • 800 m: 14-15 ár (d/g) og m/k.
  • 5000 m: m/k.
  • 400 m hekk: kvinnur
  • Longdarlop: m/k.
  • Trístøkk: 14-15 ár (d)
  • Hæddarlop: m/k.
  • Spjótkast: 14-15 ár (d/g), 16-17 ár (d/g) og m/k.
  • Kúlustoyt: 14-15 ár (d/g) og 16-17 ár (d/g) og 18-19 ár (d)

Tilmelding er umvegis hvirlan@hvirlan.fo. viðmerk Fornavn, Eftirnavn, árgang, felag, grein, persónligt met og ársbesta. Kostnaður pr start er 30,-.

Endalig skrá verður løgd út 2 dagar undan kappingini.

Tað kostar onki at koma at hyggja, og høvi verður at keypa sær kaffi og vaflur meðan kappingin er.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *